Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp og til reiðar at nýta á Skálatrøð í Havn. Onnur løðistøðin er ein 150 kW skjótløðistøð av slagnum Alpitronic Hypercharger, ið løðir tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC-skjótløðistøðir. Harafturat er ein nýggj AC-løðistøð sett upp, og tískil ber nú til at løða 8 bilar samstundis á Skálatrøð, 5 við AC og 3 við DC.
Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki. Hesin møguleikin er ikki á gomlu skjótløðistøðunum.
Talið av elbilum í Føroyum er økt nógv í seinastuni, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi.
Møguleikarnir hjá elbilaeigarum at løða bilin á ferð kring landið verða nú eisini munandi betri, tí arbeitt verður fram í móti at seta eina 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara upp við Effo støðina í Skálafirði eisini. Gongur eftir ætlan, verður hon tøk seinni í ár. Harnæst koma 150 kW skjótløðistøðir og AC-løðarar ávikavist við Magn støðina í Gøtudali og við Effo støðina í Kollfjarðardali. Tó hevur ikki eydnast at fáa byggiloyvi í Kollfjarðardali, og tí er óvist, nær tann løðistøðin verður sett upp.