Í apíl varð nýggja koblingarstøðin við Fossáverkið í Vestmanna tikin í nýtslu, og samstundis var gamla koblingarstøðin á Válinum endaliga sløkt.
Sæmund Tausen, leiðari fyri grønu orkuverkini hjá SEV, sløkkir á Válinum
Nýggja koblingarstøðin er størri enn tann gamla, fyri at kunna nøkta ein størri eftirspurning eftir elorku.
Støðin er eisini útgjørd við tøkni og útgerð, sum tørvur er á, nú alt fleiri linjur eru og verða lagdar um til kaðal, umframt at nýggir kaðlar verða lagdir.
Nýggja støðin er innrættað øðrvísi enn gamla. Fyri at minka um tørvin á viðlíkahaldi og vandan fyri feilum orsakað av veðrinum, er tann stóra 60kV útgerðin, t.e. 60/20 kV transformarar, 60 kV shuntreaktor og 60kV sløkkispoli uppsett innandura. Á gomlu støðini á Válinum stóðu transformararnir uttandura.
Koblingarstøðin í Vestmanna tekur ímóti streyminum frá Fossáverkinum, Mýraverkinum, Heygaverkinum og vindmyllunum hjá Røkt, og leiðir hendan streymin víðari út á netið, umframt at hon veitir streym til Vágoynna og Norðstreymoy.
Gamla koblingarstøðin hevur nógv ár á baki og hevur tænt fyri seg. Bygningurin verður nú ætlandi karmur um annað virksemi hjá SEV.