Nýggj kjarnorka á veg í Svøríki

Sosialdemokratarnir fóru til val ímóti útbygging av kjarnorkuni, men nú eru teir ikki longur so avgjørdir í hesum máli.

Skjótt hækkandi elprísirnir hava fingið svensku sosialdemokratarnar at umhugsa støðu sína til útbyggingina av kjarnorku í Svøríki av nýggjum.

Ikki minst eftir at fleiri av landsins vinnulívsleiðarum hava ávarað ímóti avleiðingunum fyri arbeiðsplássini og kappingarevnini hjá Svøríki við teimum hækkandi útreiðslunum til streym.

Tað skrivar svenska dagblaðið Dagens Industri.

Meðan borgarliga stjórnin fegin vil seta fleiri reaktorar í gongd, hava sosialdemokratarnir sagt nei.

Forboð skjótt úr gildi

Eftir nýggjár fer forboðið ímóti at byggja nýggjar reaktorar úr gildi. Sosialdemokratarnir hava fyrr lovað, at teir vildu varðveita og harvið leingja forboðið, men nú svarar flokkurin ikki longur so avgjørdur, skrivar Dagens Industri.

- Eg vil ikki læsa meg fastan hvørki so ella so, sigur Lars Johansson, sum er talsmaður hjá sosialdemokratunum í vinnupolitiskum spurningum.

Her og nú kann svarið tykjast at vera ógvuliga lítið ítøkiligt, men í Svøríki verður tað tulkað sum ein stór broyting í støðuni til útbyggingina av kjarnorkuni. Fyrr hava sosialdemokratarnir verið rættiliga avgjørdir í hesum máli.

Borgarliga stjórnin kundi teoretiskt sæð saktans gjøgnumtrumfað eina avtøku av forboðnum. Men í einum so týdningarmiklum spurningi eru politikararnir ikki nøgdir við bert ein tepran meiriluta.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking