Nýggj kaðaltøkni trífaldar orkuflutningin

Nýggi orkukaðalin 3M ACCR ger tað møguligt at flyta tvær til tríggjar ferðir meira streym á sama strekki

Felagið 3M hevur ment eitt nýtt kaðalslag undir navninum 3M ACCR.

– Talan er um eina lutfalsliga nýggja 3M-vøru, sum vit fóru undir at menna í USA fyri 7-8 árum síðani, sigur Nils Sveinhaug, sølu- og marknaðarstjóri í 3M Norge, við Teknisk Ukeblad.

US Department of Energy hevur stuðlað menningararbeiðnum.

Verður brúktur í 30 orkunetum

3M ACCR kaðalin hevur longu vunnið fleiri virðislønir og verður í løtuni nýttur í meira enn 30 orkunetum.

– Kaðalin er higartil tikin í nýtslu í Týsklandi, Póllandi, Fraklandi, Russlandi, Kina og Norður- og Suðuramerika, upplýsir Sveinhaug.

Tolir hægri hita

Kaðalin hevur sambært 3M fleiri fyrimunir:

– Hann er lættari enn vanligar linjur og ger tað møguligt at flyta tvær til tríggjar ferðir meira streym á sama strekki. Orsøkin til tess er, at linjan tolir hægri hita, sigur Niels Sveinhaug.

Royndir, sum US Department of Energy hevur gjørt, vísa, at 3M ACCR tolit hita upp í 240 stig celsius uttan at fáa skaða.

Tolir eisini størri trýst

– Haraftrat tolir 3 M størri fysiskt trýst. Hann spennir seg heldur ikki so nógv í klaka ella undir høgum streymtrýsti.

3M ACCR er gjørdur úr aluminiumoksyd-fiburi.

Í Norra verður roknað við, at talan bert er um tíð, áðrenn hesin kaðalin eisini fer at verða brúktur í Norra og hinum norðurlondunum, skrivar Teknisk Ukeblad.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking