Japanska tjóðartingið hevur góðtikið Yoshihiko Noda sum landsins sætta forsætisráðharra í fimm ár.
Hann skal leiða land sítt ígjøgnum truplar umskipanir eftir eina drúgva búskaparliga kreppu og eina kjarnorkuvanlukku, ið stóðst av jarðskjálvta og flóðaldu.
Noda avloysir illa umtókta Naoto Kan, sum bert sat sum stjórnarleiðari í 15 mánaðir. Stjórn hansara legði frá sær tíðliga í morgun, so Noda kundi taka við. Hann er fyrrverandi fíggjarmálaráðharri.
Oyðilagdir reaktorar takast í brúk aftur
Mótsatt undanmanni sínum er Noda fyri at endurstarta oyðiløgdu kjarnorkureaktorarnar, og hann tekur ikki undir við ynskinum hjá undamanni sínum um eitt kjarnorkufrítt Japan.
54-ára gamli Noda, sum vann eitt stríðsval í demokratiska flokkinum DPJ í gjár, fer væntandi at kunngera ráðharralista sín ein av næstu døgunum.
Hann hevur gjørt greitt, at hann er opin fyri eini møguligari breiðari samgongu við stóra andstøðuflokkin liberala demokratiska flokkin.
DPJ vann valið í 2008 og sendi liberaldemokratiska flokkin, ið hevði sitið við valdinum í úti hálvthundrað ár, út í myrkrið.
Men í 2010 misti DPJ aftur valdið í yvirhúsinum í japanska tjóðartinginum og hevur síðani stríðst fyri at fáa samtykt týðandi lógir í tjóðartinginum.
Øktur skattur skal avmarka skuldina
Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá Noda verður at fáa gjørt okkurt við landsins fastlæsta búskap. Hann hevur áður sagt, at hann ætlar at hækka skattin til tess at avmarka skuldina og fyri at kunna rinda sosialar veitingar.
- Vit hava trupulleikar við gjaldoyra okkara. Og búskaparpolitiskt eiga vit at vera varin, sigur Noda í fyrstu fráboðan síni sum nýggjur stjórnarleiðari.
Noda verður av altjóða eygleiðarum mettur sum besti maðurin til at fáa bilbugt við stóru skuldartrupulleikunum hjá Japan. Hann hevur leingi verið fremsti kandidaturin hjá fíggjarmarknaðinum til at avloysa Naoto Kan.