Streymhungrandi japanskar fyritøkur og borgarar fáa nú hjálp frá japonsku stjórnini.
Til tess at skunda undir byggingina av nýggjum orkuverkum, ið skulu avloysa vanlukkurakta kjarnorkuverkið Fukushima Daiichi, hava umhvørvis- og vinnumálaráðini gjørt av at sleppa krøvum um umhvørviskanningar, áðrenn byggingin fer í gongd.
Tað skrivar japanska tíðindastovan,Nikkei.
Kanningarnar av umhvørvisárinunum høvdu sambært Nikkei tikið trý ár, og tástaðni kundi byggingin farið í gongd. Men við at sleppa undan kravinum kann Tepco fara undir at byggja um 12 mánaðir og veita streym um trý ár. Fukushima Daiichi hevði ein framleiðslukapasitet upp á 4,7 GW.
Skulu tó lúka eitt krav
Tó skal Tepco lúka eitt krav um, at fyritøkan ikki má brúka gamla útgerð, sum útleiðir stórar nøgdir av NOx og øðrum dálkandi evnum.
11. april vóru 157.596 húsarhald framvegis uttan streym, men streymveitingin er komin í rættlag aftur í 96,3 prosentum av Tohuko-umráðnum, ið var eitt av harðast raktu umráðunum.
Tepco roynir eisini at útvega fyribils streymveitingar. Orkufelagið hevur skrivað undir eitt ’letter of intent ’ við bretska felagið Aggreko PLC um at veita 200 MW neyðstreymsveiting í í minsta lagi eitt ár. Anleggið kann verða klárt í juni.
Samstundis hevur thailendska stjórnin sent eitt fullfíggjað gassorkuverk til Japans við einum kapasiteti upp á 40 MW. Tað verður væntandi klárt at taka í brúk í august.