Innlendismálaráðið hevur sent uppskot til løgtingslóg um bygging av bygningum o.a. út til hoyringar fyri aðru ferð.
Uppskotið varð fyrstu ferð sent til almenna hoyring í februar í fjør, og í hesum sambandi varð eisini skipað fyri kunningarfundi á Hotel Hafnia.
Undir fyrru hoyringini fekk IMR viðmerkingar frá fleiri hoyringspørtum, og síðani hevur ráðið tillaga uppskotið við støði í hesum viðmerkingum.
Av tí at talan er um stóra nýskipan á lógarøkinum innan bygging, hevur IMR mett, at rættast er at senda tillagaða lógaruppskotið til almenna hoyring eina ferð aftrat.
Skal tryggja dygdargóða bygging
Endamálið við lógaruppskotinum er at skapa varandi lógarkarmar og neyðugt heimildargrundarlag at smíða kunngerðir, sum meira ítøkiliga skulu regulera ymisku viðurskitini innan bygging av bygningum, til tess at tryggja dygdargóða bygging.
Kunngerðirnar verða gjørdar stigvíst og settar í gildi so hvørt sum tær eru lidnar.
Hoyringsfreistin er ásett til 7. februar, sigur Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.