Í bókini, “Saman tí standið”, sum Jógvan Arge hevur skrivað við 75 ára mótið hjá SEV 1. oktober ár, fara vit á ferð ígjøgnum føroysku elsøguna, sum byrjaði fyrst í síðstu øld. “Saman tí standið” er eitt framhald av bókini, “Ljós yvir landið”, sum rithøvundurin skrivaði í 1996, tá SEV hevði 50 ár á baki.
Bókin lýsir fyrstu hugsanirnar og strembanirnar at fáa til vega elorku burtur úr vatnorkuni, og rithøvundurin leiðir okkum víðari til Vágs, har vágbingar fyri 100 árum síðani, í 1921, fingu fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum. Um sama mundið fekk Havnin eitt motorverk á Rundingi, og 10 ár seinni fekk Klaksvíkin vatnorkuverkið norðuri á Strond.
SEV stovnað
Næsta stóra takið í elsøguni var tikið, tá SEV varð at stovnað 1. oktober 1946. Góð sjey ár seinni – í desember 1953 – framleiddi fyrsta vatnorkuverkið hjá elfelagnum, Fossáverkið í Vestmanna, fyri fyrstu ferð elorku innan á elnetið. Vatnorkan kom úr fyrstu byrgingunum hjá SEV frammi á Vatni og á Lómundaroyrum oman fyri Vestmanna.
Síðani lýsir bókin framhaldandi menningina av føroysku elskipanini við fleiri vatnorkuútbyggingum í 60’unum í Vestmanna – og frá 80’unum og tvørtur um aldarskiftið í Eysturoynni, har Eiðisverkið framleiðir elorku burtur úr vatnorkuni. Samfelagsmenningin kravdi alsamt meiri elorku, og tískil var neyðugt at byggja Sundsverkið í 70’unum. Ein annar partur av føroysku elsøguni snýr um avbjóðingarnar at útbyggja elnetið til harðføra føroyska veðurlagið.
Nýggja grøna tíðin
Frammanundan aldarskiftinum vóru alsamt fleiri røddir, sum talaðu fyri at útbyggja grønu orkukeldurnar – serstakliga vindorkuna. Í 2014 setti SEV grønu kósina, sum hevur til endamáls, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.
Bókin førir okkum inn í nýggju, grønu tíðina, har vindorkan enn hevur størsta leiklutin á elorkuøkinum. Her eru avbjóðingarnar at fáa sveiggjandi orkukeldur at veita føroysku elskipanini støðuga elorku. Í hesum sambandi hevur SEV – saman við útlendskum veitarum – ment battarískipanir til vindmyllulundirnar. Næsta stóra stigið er at byggja pumpuskipan í Vestmanna, ið skal rekast við yvirskotsorku frá vindi, og sum fær ein avgerandi leiklut í at skapa støðufesti í grønu elskipanini.
Menningararbeiðið hjá SEV á grønu kósini hevur ført til, at SEV í 2020 kundi boða frá, at fimm varandi orkukeldur vóru í føroysku elskipanini. Umframt vatnorku og vindorku, var talan um biogass frá nýggja biogassverkinum, FÖRKA, og sólorku og sjóvarfalsorku á royndarstigi.
“Saman tí standið”
“Saman tí standið” lýsir eisini, at SEV er úrslitið av samhaldsfesti og samanhaldi í einari 75 ára gamlari, kommunalari skipan, har nýhugsan, framburðssinni og framsøkni hava verið avgerandi fortreytir fyri at loysa týðandi uppgávuna at veita føroyska samfelagnum trygga elorku alt samdøgrið – árið runt.
Bókin er ein meiri enn 100 ára long ferð ígjøgnum føroysku elsøguna í teksti, myndum og tølum, sum vísa broytingar í eina øld. Anker Eli Petersen teknaði permuna, og Føroyaprent stóð fyri umbróting og prenti. “Saman tí standið” fæst til keyps í bókahandlunum.