Nýggir sjókaðalar til Týsklands tryggja donsku elprísirnar

Ein 300 mió. kr. dýr útskifting av sjókaðalum millum Týskland og Danmark er nú liðug og javnstreymssambandið aftur í rættlag. Hetta minkar um stóru sveiggini í elprísinum.

Í nátt varð elektriska javnstreymssambandið millum Sæland og Týskland sett í rakstur aftur, eftir at hava verið slitið síðani 20. november. Sostatt er bilbugt fingin við ein part av orsøkini til stóru príshækkingarnar á streymi á Sælandi í síðstu viku.

Ótættar samlimuffur hava havt við sær, at sambandið ofta hevur verið slitið og umvælt. Tí gjørdi Energinet.dk saman við øðrum í 2008 av at skifta teir báðar feilplágaðu javnstreymskaðalarnar, hóast teir bert vóru 15 ára gamlir.

Dýr íløga

Teir tilsamans 50 kilometrar longu sjókaðalarnir hava kostað millum 300 og 350 mió. kr., ið verða býttar millum eigararnar av sambandinum. Teir eru - umframt Energinet.dk - 50Hz Transmission (í Týsklandi), meðan Vattenfall AB (Svøríki) upprunaliga var við til at fíggja sambandið, men ikki er meðeigari.

- Sjálvt um projekteraða livitíðin á slíkum sambondum er umleið 40 ár, so er garantitíðin á sjálvum kaðalunum vanliga tvey-fimm ár, so har er tíverri onki at koma eftir hjá framleiðaranum av kaðalunum, sigur Søren Krüger Olsen í Energinet.dk, við ing.dk.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking