Nýggir kaðalar fortreyt fyri grønum streymi í norðurlondum

Elkaðalarnir fara at skapa javnvág á framtíðar grøna elmarknaðinum, sigur felagsskapurin hjá norðurlendsku elfeløgunum, Nordenergi.

Stórar íløgur skulu næstu árini gerast í nýggjar vindmyllur og vatnorkuverk í norðurlondum.

Ein spildurnýggj greining, sum ráðgevingarfyritøkurnar Econ Pöyry og THEMA hava gjørt, kemur til ta niðurstøðu, at nýggir elkaðalar í Norðurevropa eru ein avgjørd fortreyt fyri einum framsøknum politikki innan varandi orku. 

Greiningin, ið gjørd er fyri Nordenergi og onnur áhugað í norðurlendska elídnaðinum, sendir ein greiðan boðskap til politikararnar um, at íløgur í nýggjar vindmyllur og vatnorkuverk ikki kunnu standa einsamallar.

Tekur undir við niðurstøðuni

Formaðurin í Nordenergi, Lars Aagaard, ið er stjóri í Dansk Energi, tekur undir við niðurstøðunum í greiningini: 

- Høvuðsboðskapurin til politikararnar er, at tað bert gevur meining at samtykkja framsøkin mál, um teir samstundis binda seg til at bøta um kapasitetin á kaðalsambondunum til grannalondini, sigur hann við heimasíðuna hjá Dansk Energi.

Greiningin vísir, at eitt framleiðsluyvirskot verður í norðurlondum fram ímóti 2025 orsakað av nýggjum íløgum í vindmyllur og vatnorkuverk. Sostatt kann roknast við, at norðurlendski elprísurin framhaldandi verður lægri enn tann evropeiski.

Ein góð íløga

- Hetta slóðar fyri nýggjum kaðalsambondum millum norðurlond og grannalondini. Ætlaðu kaðalarnir millum norðurlond og meginlandið fara at hava við sær yvirskot av streymi og harvið verða ein lønandi business case fyri nýggjum kaðalum. Greiningin vísir, at príshækkingin, ið stendst av nýggju sambondunum, verður munandi lægri enn prísfallið, ið kemur í kjalarvørrinum á útbyggingini av vind- og vatnorku, sigur Lars Aagaard.

Nýggju kaðalarnir fara at skapa javnvág á framtíðar grøna elmarknaðinum. Grønur vatnorkustreymur kann sendast suðureftir, tá ongin vindur er. Og á sama hátt kann vindmyllustreymurin sendast til norðurlendsku brúkararnar, tá nógmikið er til av honum. Sostatt fara nýggir kaðalar at lata upp fyri møguleikanum fyri orkugoymslum í stórum skala.

Pumpuskipanir takast í brúk

- Vit kunnu t.d. gagnnýta streymin frá vindmyllum til at pumpa vatn upp í vatngoymslurnar í fjøllunum og á henda hátt goyma orkuna. Hetta er ein avgerandi táttur í framtíðar grønu orkuskipanini, sigur Lars Aagaard.

Nordenergi – sum er eitt samstarv millum felagsskapirnar hjá elfeløgunum í teimum fimm stóru norðurlondunum, Finnish Energy Industries, Svensk Energi, Energi Norge, Samorka í Islandi og Dansk Energi – hevur verið við í arbeiðnum at gera greiningina, og felagsskapirnir taka í eini felags fráboðan undir við boðskapinum um, at fleiri kaðalar skulu byggjast.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking