Vit brúka streym somu tíð. Tá maturin skal gerast um kvøldið, kunnu vindmyllur og CO2-vinarlig elframleiðsla ikki fylgja við.
Streymurin kemur so frá kola - ella í okkara føri - oljuorkuverkum, og tað merkir, at meira CO2 verður latið út í atmosferuna.
Men ein nýggjur elmálari skal vera við til at gera nýtsluna grønari. Nýggju elmálararnir kunnu stýra nýtsluni á útvaldum eltólum, so vit "spara" uppá CO2-útlátið.
- Ístaðin fyri at kompressarin í frystaranum fer at arbeiða mitt í spíðsbelastninginum, er møguleiki nú fyri at útseta hesa streymnýtsluna til tildømis náttartímarnar, sigur John Thøgersen, professari.
Hann er leiðari fyri hesum partinum av verkætlanini, sum Aarhus School of Business and Social Sciences stendur fyri saman við Norra og Sveis. Endamálið er at finna bestu loysnina fyri, hvussu hesir elmálararnir kunnu gagnnýtast í ES.
Leingi verið málsetningur
Tað hevur leingi verið ein málsetningur í ES, at eftirspurningurin eftir streymi skal tillagast útboðnum. Og hesum er nýggi elmálarin, kallaður smart grid, við til.
- Vit skulu finna útav, hvussu vit fáa brúkararnar við. Vit vita av royndum, at búskapur ikki gevur nakra syndarliga góða áeggjan, tá vit tosa um vanar og elnýtslu. Vit skulu hava fólk við, tí hetta er eitt gott hugskot - ikki tí tey kunnu spara pengar, sigur professarin.
Avgerðin um at brúka smart grid er longu tikin í øllum ES-londunum. Men enn er ikki greitt, hvussu hetta skal gerast.
John Thøgersen leggur dent á, at talan ongantíð verður um at noyða fólk við í loysnina.
Øll verkætlanin byrjar nú og varir næstu tvey árini, men John Thøgersen væntar, at eini 5 til 10 ár ganga aftrat, áðrenn vit síggja smart grid’in í síni fullu effekt.