Nýggi elprísurin onga ávirkan á avlesturin í november

Hækkingin í elprísinum er, sum samtykt á aðalfundi í SEV 21. desember, galdandi frá 1.januar 2011.

Á nýggjárinum fór elrokningin upp við 19 oyrum fyri kilowatt-tíman íroknað mvg.

Elprísurin fyri kundar, sum brúka minni enn 10.000 kWh um árið (t.e. vanlig sethús), er nú 1,70 kr. v/mvg fyri kilowatt-tíman (kWh) ímóti 1,51 kr. frammanundan.

Fleiri kundar hava vent sær til skrivstovurnar hjá SEV at spyrja, um nýggi prísurin eisini umfatar tíðarskeiðið, eftir at málararnir vórðu avlisnir um mánaðarskiftið november/desember í fjør.

Gamli prísurin galdandi árið út

Men so er ikki, siga tey í bókhaldinum hjá SEV og leggja dent á, at gamli prísurin sjálvandi er galdandi árið út. Nýggi prísurin er, sum samtykt á eykaaðalfundi 21. desember, galdandi frá 1. januar 2011.

Bókhaldsskipanin tekur hædd fyri í næstu ársuppgerð, at gamli prísurin er galdandi frá avlestrinum í november/desember til 31.12.2010. A conto-gjøldini fyri 2011 verða tó ávirkaði av príshækkingini.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking