Nuuk skal vera heimsins fyrsti CO2-neutrali høvuðsstaður.
Tað segði grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Palle Christiansen, á norðurlendsku burðartrygdarráðstevnuni "Løsninger" í Åbo í Finnlandi í dag.
Hann mælti samstundis til at selja norðurlendskar veðurlagsloysnir til Kina, skrivar Sermitsiaq.
- Ídnaðarmenning er ein stór avbjóðing, og í einum landi sum Grønlandi eru íløgur í vatnorku ein vegur móti burðardyggum vøkstri. Vit hava eisini ætlanir um at gera Nuuk til heimsins fyrsta CO2-neutrala høvuðsstað heilt skjótt. Men vit mugu hava vøkstur fyri at kunna varðveita vælferðina, legði Palle Christiansen dent á sambært blaðnum.
Íblásturin finst í norðurlondum
Sambært heimasíðuni hjá NORA gjørdi finski ráðharrin í norðurlendskum samstarvi, Jan Vapaavuori, eisini greitt, at neyðugt ikki er at ferðast kring jørðina til tess at fáa íbastur til burðardyggar loysnir - alt finst her í norðurlondum, segði hann.
Og fleiri av hesum loysnum eru upplagdar útflutningsvørur. Ikki minst tá ið ræður um heildarmeting og djúptøkna planlegging, eru norðurlond á odda, var ein av staðfestingunum hjá ráðharranum.
Borgarstjórin í Malmø, Ilmar Reepalu, gav á ráðstevnuni eitt livandi dømi um ein bý, sum hevur vent avbjóðingum til møguleikar við at umskapa ein doyggjandi ídnað til ein kreativan vakstrardepil.
Hetta er gjørt millum annað við at hugsa burðardyggar loysnir inn í alt, frá vatni og orkuveiting til íbúðamenning, handfaring av burturkasti og ætlanir í almenna rúminum.