Nú verður streymur settur til postboðini

Postboðini á Bornholm skifta gomlu postbilarnar út við elriknar.

Postboðini á Bornholm fáa nú nýggjar elriknar postbilar.

Hetta er fyrsta stigið at breiða elbilar út hjá Post Danmark.

At bornholmararnir verða royndarkaninur kemst av, at oyggin er eitt mynsturøki við stuttum avstandum, og lutvíst tí ein stórur partur av elektrisitetinum kemur frá vindorku.

- Vit hava ein frálíkan møguleika at byggja upp eina vitan um elbilar sum útberingarakfar, ið skal hjálpa til við, at vit sum frálíður kunnu brúka elbilar í øllum landinum, sigur Martin von Horsten, deildarstjóri í Post Danmark, sambært Jyllands Posten.

Hann sigur, at ætlanin ikki bert er at skifta til elrikin flutningstól, sum eru við til at skerja útlátið av CO2.

Hugt verður eisini at, um tað sum frálíður ber til at koyra á reinari grønari orku, tað vil siga avlopsstreymi.

Eitt stórt grønt roknistykki

Hugsað verður ikki bert um umhvørvið. Eisini búskaparliga er tað á mangan hátt ein góð forrætning hjá postinum at dúva upp á el í postútberingini.

- Hyggja vit tildømis at el-prutlum, eru tey rættiliga dýr at keypa, men tey hava tjent seg inn aftur eftir tveimum árum, við tað at tey - mált eftir brennievnisnýtsluni - eru nógv effektivari enn bensinprutl, sigur Morten von Horsten.

Post Danmark upplýsir, at á Bornholm verður arbeitt við eini umfatandi verkætlan at seta upp serligar løðistøðir til bilarnar.

Samstundis hevur tað tikið sína tíð at finna egnaðar bilar, ið lúka serliga tørvin og krøvini, ið eru til útberingarbilar - og samstundis fyri ein sámuligan prís.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking