Nú verður el-uppgerðin fyri 2010 send út

Teir stívliga 24.000 elbrúkararnir í Føroyum fáa í hesum døgum sendandi ársuppgerðina fyri 2010 saman við metta gjaldinum fyri 2011.

Í debitorbókhaldinum hjá SEV hava tey úr at gera í hesum døgum. Eisini í avgreiðslunum kring landið hava tey nógv um at vera.

Hetta er tó ikki óvanligt hesa ársins tíð. Í sambandi við at el-uppgerðin fyri undanfarna árið og metta gjaldið fyri nýggja árið verður sent út í hvønn krók í landinum, brynja starvsfólkini seg altíð til meira samskifti við kundarnar enn vanligt.

Royndirnar undanfarin ár vísa nevniliga, at rættiliga nógvir kundar plaga at venda sær til SEV við fyrispurningum av ymsum slagi, eftir at hava móttikið uppgerðina.

Stívliga 24.000 uppgerðir

Í gjár fóru 14.800 brøv út úr høvuðsskrivstovuni við Landavegin í Havn til Posta at bera út til elbrúkararnar kring landið.

Hesi brøvini verða ætlandi borin út í dag og mánadagin.

Ársuppgerðir, ið eru klárar at senda út.

Í dag fara útivið 10.000 brøv út aftrat, sum skulu berast út í næstu viku, og tá hava so allir teir stívliga 24.000 brúkararnir kring landið fingið eina ársuppgerð sendandi.

Kekkuppgerðirnar fara út um mánaðarskiftið.

Havið uppgerðina við hondina

Í debitorbókhaldinum heita tey á kundar, ið hava eitthvørt at spyrja um, at hava uppgerðina frammanfyri sær, so sleppast kann undan møguligum misskiljingum, samstundis sum avgreiðslan verður smidligari.

Mælt verður eisini til at kanna eftir, um avlesturin í uppgerðini er rættur, so at nýtsla og gjald samsvara hvørt við annað.

Sonja og Annelene mæla kundunum til at hava ársuppgerðina við hondina, tá teir ringja. Tað lættir um avgreiðsluna.

Er avlesturin mettur, verður somuleiðis mælt kundunum til at lesa málaran av og boða SEV frá avlestrinum. Hetta kann gerast um telefon, teldupost ella bræv.

Tað kemur meira enn so fyri, at tey, ið lesa málararnar av fyri SEV, koma til læstar dyr, tí fólk ikki eru heima júst tá.

Í slíkum førum leggja avlesararnir eitt avlesingarkort í postkassan, sum eigarin skal fylla út og senda SEV. Verður hetta ikki gjørt, ger debitorbókhaldið sína egnu meting av nýtsluni.

Nýggir prísir

Sum kunnugt komu nýggir elprísir í gildi á nýggjárinum.

Fyri húsarhald, sum brúka millum 0 og 10.000 kWh um árið, er prísurin nú 1,70 kr/kWh v/mvg. Er nýtslan millum 10.000 og 100.000 kWh um árið, er prísurin 1,60 kr/kWh v/mvg, og er nýtslan yvir 100.000 kWh um árið, er prísurin 1,55 kr/kWh v/mvg.

Fyri framleiðsluvirksemi (ídnaðarvirkir, landbúnað v.m.) eru prísirnir nú hesir:

0-10.000 kWh: 1,70 kr./kWh v/mvg. 10.000-20.000 kWh: 1,60 kr/kWh v/mvg. Yvir 20.000 kWh: 1,11 kr/kWh v/mvg.

Føstu ársgjøldini eru óbroytt.

Ársuppgerðir klárar til pakkingar.

Teldupostadressan hjá SEV er sev@sev.fo og telefonnummarið er 346800. Mitt á ársuppgerðini stendur: "Til sjálvavgreiðsluna á SEV.FO - kundanr. og loyniorð. Har ber eisini til at seta spurningar um ivamál og síggja sína egnu nýtslu.

Avgreiðslutíðirnar hjá SEV eru yrkadagar frá kl. 8.00 til 16.00, fríggjadag tó til kl. 15.00.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking