Nú tosa norðmenn eisini um kjarnorku

Fylkisleiðari í norska framburðsflokkinum heldur, at kjarnorkuverk eigur at verða bygt í Sogn og Fjordane.

Sogn og Fjordane í Norra eigur at fáa eitt kjarnorkuverk til tess at nøkta eftirspurningin eftir streymi.

Tað heldur fylkisleiðarin hjá framburðsflokkinum í Sogn og Fjordane, Frank Willy Djuvik, sambært NRK.

Hví ikki í Norra?

Hann vísir á, at mong kjarnorkuverk verða bygd kring heimin í løtuni, og hann heldur, at Sogn og Fjordane eiga at ganga undan, tá tað kemur til at útvega nýggjar orkukeldur í Norra.

- Hví skal Norra ikki, við sínum førleikum og fokusi á trygd, dúva uppá kjarnorku, tá fleiri onnur lond gera tað? spyr Frank Willy Djuvik.

Hann stúrir ikki fyri kjarnorkuburturkastinum, ið má goymast.

- Hetta er púra rein orka. Hon hevur onki útlát og krevur ógvuliga smá inntriv í náttúruna, sigur Djuvik.

Vandamikil orkukelda

Norska náttúruverndarfelagið er sum vera mann av eini heilt aðrari áskoðan og heldur, at Djuvik ikki veit, hvat hann tosar um.

- Eg eri skelkaður av uppskotinum. Framburðsflokkurin átti at vitað, at kjarnorka er millum vandamiklastu orkukeldur, ið finnast, sigur leiðarin í  Noregs Naturvernforbund, Lars Haltbrekken, við NRK.

Hann stúrir mest fyri avfallstrupulleikanum, tí neyðugt verður at goyma ógvuliga virkið avfall í mong, mong Harrans ár.

- Avfallið krevur tryggja goymslu í fleiri túsund ár. Er Sogn og Fjordane eisini áhugað í hesum? spyr Haltbrekken.

Hava orku, men tørva net

Sogn og Fjordane hevur longu stórar ætlanir um útbyggingar av smáorkuverkum og vindorkuverkum.

Men kapasiteturin í linjunetinum er langt síðani sprongdur, og tí ber sum er ikki til at kobla nýggja orku á netið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking