Helvtin av kjarnorkureaktorunum í Svøríki standa stillir í løtuni.
Svenski kjarnorkumyndugleikin, Strålskyddsmyndigheten, sigur í einum tíðindaskrivi, at teir tríggir reaktorarnir á Ringhals-verkinum, ið hava verið úr rakstri í seinastuni í sambandi við umvælingar, ikki skulu startast aftur, fyrrenn trygdin á teimum er gjøllað kannað.
Tað skrivar Ny Teknik.
Sostatt er bert ein av teimum fýra reaktorunum á verkinum í gongd í løtuni. Hann skuldi eftir ætlan eisini umvælast og setast úr rakstri sunnudagin 25. september, men sleppur nú at halda fram til hinir reaktorarnir kunnu startast aftur.
Sett undir serligt eftirlit
Strålsäkerhetsmyndigheten setti í juli 2009 kjarnorkuverkið hjá Vattenfall í Ringhals undir serligt eftirlit. Hetta hevði við sær, at Ringhals hevur fingið undantaksloyvi at hava reaktorarnar í gongd.
Í Oskarshamn hevur ein reaktorur staðið stillur síðani 15. august, og tað kemur hann at gera fram til hálvan oktober, tá árliga viðlíkahaldið av honum er liðugt.
Á Forsmark-verkinum stendur eisini ein stórur reaktorur stillur í sambandi við árligt eftirlit. Sostatt standa fimm av teimum tíggju kjarnorkureaktorunum í Svøríki stillir í løtuni.
Sviar stúra fyri, at hetta fer at elva til sama ruðuleika sum síðsta vetur, tá svenska kjarnorkuframleiðslan bert gekk við hálvari ferð ella knapt tað.