100- og 75 watt-perurnar eru langt síðan bannlýstar sum lið í royndunum at fáa evropeisku húskini at spara orku. Men nøkur spenna ímóti nýggja forboðnum ímóti 60 watt-perunum, sum kemur í gildi 1. september.
- Fólk eru farin at keypa inn undir seg. Nógvir eldri kundar keypa 10 perur í senn fyri - sum teir siga - at hava "ordiligt" ljós restina av lívinum, sigur Jonas Ebbe, sum stendur fyri netsøluni hjá donsku ellutafyritøkuni Greenline, við gratisavísina 24timer.
Aðrir nethandlar siga tað sama, og tíbetur fyri brúkararnar, ið dáma heita ljósið frá gløðitráðnum, er tað ikki ólógligt at selja perur, ið eru á goymslu. Tað er bert bannað at gera og býta perurnar út í ES.
Sølubúðirnar vænta munandi vøkstur í søluni, tá fólk næstu dagarnar finna útav, at 60 watt-peran verður sløkt.
Tær fáast ikki til at siga, um tær hava keypt stórar sendingar av 60 watt-perum heim. Men tær vilja heldur ikki útiloka tað, skrivar 24timer.
Í øðini
Aðrar sølubúðir siga, at tær leggja størri dent á at selja orkuvinarligar perur. Tað er áhugaverdari at selja spariperur og led-perur, tí tær geva hægri prís og eru umhvørvisvinarligari, siga tær.
Nógvir brúkarar eru í øðini inn á ES-politikararnar, sum rætt og slætt verða skírdir ljósasløkkjarar.
- Eg havi tosað við nógv viðskiftafólk, sum eru ill um, at forboð verður sett ímóti gløðiperunum, uttan at nakað gott og bíligt alternativ finst, sigur ein handilsmaður við 24timer.
40 watt-peran eisini út
Han væntar, at ónøgdin millum brúkararnar verður ikki minni, tá 40 watt-peran verður útfasað frá 2012 til fyrimuns fyri umhvørvisvinarligu spariperurnar, harav nakrar - so løgið tað ljóðar - enda sum eiturburturkast, tá tær brenna út.
Fleiri seljarar eru vísir í, at nýggju orkusparandi led-perurnar, ið geva umleið eins gott ljós sum gløðiperurnar, sum frálíður verða ein vælumtóktur avloysari.
Men tær kosta enn upp ímóti 10 ferðir so nógv sum útdoyggjandi gløðiperan, sum hevur verið til í 130 ár.