Nú koma teir røttu elbilarnir

ChoosEV, ið er størsti innflytari av elbilum í Danmark, roknar við at selja 300 elbilar í ár.

Samstundis sum bensinprísurin her heima er kropin upp á 9,55 kr. fyri liturin (nærkast 13 krónum í Danmark!), eru stóru bilafyritøkurnar klárar at senda spildurnýggjar elbilar á marknaðin.

2011 verður sostatt árið, tá elbilarnir av álvara koma á gøturnar, skulu vit trúgva elbilavinnuni sjálvari.

- Vit rokna við, at hetta verður eitt frálíkt ár hjá elbilum, sigur Ann Marker, samskiftisstjóri hjá ChoosEV, sum er størsti innflytari av elbilum í Danmark.

Í fjør vórðu sambært Danske Bilimportører bert skrásettir 50 elbilar. ChoosEV roknar við at selja 300 í ár. Bjartskygnið botnar í, at stóru bilafyritøkurnar sum Nissan, Peugeout, Citroen, Mitsubishi og Renault allar koma á marknaðin við veruligum elbilum í ár.

- Tað, ið er nýtt í 2011, er, at elbilarnir nú eru "ektaðir" ístaðin fyri bert at vera umbygdir bensinbilar. Sostatt slepst nú undan mongu barnasjúkunum, ið hinir bilarnir høvdu, sigur Ann Marker.

Undanvind uttanlands

Motorjournalistarnir í bæði Evropa og USA eru bergtiknir av teimum nýggju grønu bilunum. Í USA er Chevrolet Volt, sum er ein hybridbilur, ið bæði koyrir á el og bensini, júst kosin ársins bilur. Og í Evropa er hesin heiðurin fallin á nýggja elbilin hjá Nissan, Leaf.

Torben Arent, tíðindastjóri á FDM Motor, er samdur í, at 2011 verður fyrsta árið, tað fer at bera til at ogna sær ein elbil, sum virkar.

Hinvegin skal ongin rokna við, at elbilarnir fara at rúgva serliga nógv upp á donsku vegunum í bræði, heldur hann.

- Nakrir einstakir umhvørvisfreakar fara kanska at keypa sær ein. Men í 2011 vera tað í høvuðsheitum fyritøkur og almennir myndugleikar, ið fara at keypa elbilar, sigur Torben Arent.

Orsøkin er, at sjálvt um elbilar eru frítiknir fyri avgjøld, verða teir framvegis munandi dýrari enn vanligir diesel- ella bensinbilar. Komandi bilarnir frá Peugeot, Mitsubishi og Citroën fara sambært ChoosEV at kosta 274.000 krónur v/mvg í Danmark.

Teir 300 elbilarnir, sum ChoosEV vónar at selja í ár, eru bert ein brotpartur av seldu bilunum í Danmark. Í fjør vórðu skrásettir umleið 150.000 nýggir bilar í Danmark.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking