SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Nú hvørvur 60 watt-peran

Nú hvørvur 60 watt-peran

Dagarnir hjá 60 watt-perunum eru taldir. Í morgin er ikki longur loyvt at gera hesar perur.

60 W gløðiperan er á mangan hátt sjálv súmbolið upp á ljósperuna. Í morgin, 1. september, er ikki longur loyvt at gera hesa peruna, sum sostatt so líðandi fer at hvørva av hillunum í øllum sløgum.

60 W gløðiperan er tann mest útbreidda av øllum ljósperum. Í 2009 vórðu allar kámar og allar klárar ljósperur (gløðiperur) yvir 100 watt fasaðar út. Í fjør fóru 75 watt ljósperurnar sama veg, og 1. september í ár hvørva eisini kláru 60 watt ljósperurnar.

Stúra fyri trupulleikum

Í Norra stúrir stjórin í óhefta felagsskapinum Lyskultur, Petter N. Haug, fyri, at trupulleikar fara at taka seg upp, tá norðmenn fara at taka nýggju perurnar í brúk:

– Vandi er fyri, at fólk fara at fáa eina neiliga uppliving. Bæði ljós- og litgóðskan kann vera øðrvísi enn fólk eru von við. Nýggju perurnar kunnu hava aðra góðsku enn 60 watt peran, sigur Petter N. Haug við Teknisk Ukeblad.

Lyskultur heldur lítið um kunningina frá myndugleikunum.

– Vit sakna upplýsingar. Hetta hava vit eftirlýst í fleiri ár, uttan at nakað er hent. Tað virkar sum um myndugleikarnir rokna við, at hetta fer at regulera seg sjálvt, men satt at siga er hetta er nógv álvarsamari enn so.

Mong alternativ og nýggj hugtøk

Fleiri alternativ finnast til 60 watt ljósperurnar. Einfaldasti mátin sambært Lyskultur at avloysa forbodnu ljósperurnar upp á er at velja 42 watt halogenperur. Hesar geva at kalla somu ljósnøgd (620 lumen), men brúka umleið 20 prosent minni orku.

– Vit fara nú frá watt-hugtakinum. Nú mugu vit millum annað læra okkum týdningin av lumen fyri hvørt watt, sigur Haug.

Onnur hugtøk, ið vit mugu læra okkum, eru kelvin og Ra-indeks. Hetta tí watt ikki longur er dekkandi í mun til veitingina í alternativu perunum.

Haug er heldur ikki vísur í, at nýggju perurnar sampakka við ásettu orkukrøvini:

– Fleiri perur geva ikki ta orkusparing, tær eiga, sigur Haug og vísir til kanningar, gjørdar í Danmark.

Samsvara ikki við lyftini

Her eru almennar royndir gjørdar av fleiri halogenperum, og verri enn so allar lúka sparingina upp á 30 prosent, sum tær hava verið marknaðarførdar við. Royndirnar vísa, at halogenperur - alt eftir framleiðara - geva eina orkunýtslu, ið er millum 8 og 28 prosent lægri enn tilsvarandi ljósperur (gløðiperur).

Petter N. Haug leggur dent á, at endamálið við forboðnum dettur burtur, um nýggju perurnar ikki lúka tað, tær lova, og hava orkusparing við sær.

Nógvar ljósdioduperur eru komnar á marknaðin við góðum ljósi, og sum kunnu avloysa gløðiperurnar við lægri effekt (færri watt). Fleiri ljósdioduperur eru eisini, ið kunnu samanberast við eina 60 watt gløðiperu. Tær skulu sambært ES-krøvum geva 806 lumen og hava ein littemperatur upp á 2700 kelvin fyri at kunna marknaðarførast sum alternativ til eina 60 watt gløðiperu.

Dýrari men minni orkukrevjandi

Ljósdioduperurnar fáast í dag millum annað í matvøruhandlum, byggibúðum, lampubúðum og hjá elinnleggjarum. Tær eru framvegis munandi dýrari enn gløðiperurnar, men harafturímóti hava tær eina munandi lægri orkunýtslu og vara umleið 10 ferðir longri.

Ljósgóðskan á teimum bestu ljósdioduperunum er munandi betri enn á spariperunum. Sambært mátingum, sum DTU Fotonik í Danmark hevur gjørt, fáast fleiri ljósdioduperur við eini litendurgeving (Ra-indeks) upp á meiri enn 90, og tær bestu meiri enn 95. Munurin á ymsu perunum er tó sera stórur, tá tað kemur til ljósgóðsku, snið og veiting, ávarar norski felagsskapurin Lyskultur.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking