Nú eru undirsjóvar-kjarnorkuverk á veg

Smá kjarnorkuverk, ið verða sett á havbotnin stutt úr landi og sum geva 50 til 250 MW, eru í umbúnað í Fraklandi.

Eitt nýtt konsept fyri undirsjóvar-kjarnorkuverk er á veg. Verkini verða upp til 250 MW og kunnu setast á havbotnin fáar kilometrar úr landi. Tá verður ongantíð trot á køling, og verkini kunnu setast upp nærindis stórum strandabýum.

 

Franska skipasmiðjan DCNS hevur júst almannakunngjørt konseptið, ið kallast Flexblue. Tað fevnir um 100 metrar langar sylindarar, ið innihalda ein kjarnorkureaktor, og sum verða settir á havbotnin.

DCNS, sum millum annað byggir kavbátar og herskip til fleiri lond, hevur arbeitt við nýggja konseptinum seinastu tvey árini og hevur júst tikið upp samstarv við stóru kjarnorkufeløgini EDF, Areva og almenna tekniska granskingarstovnin í Fraklandi, CEA.

Teir fýra samstarvsfelagarnir fara næstu tvey árini at kanna konseptið nærri, herundir vandan fyri spjaðing av viðbreknum tilfari.

Vælegnað til stórbýir

Umleið tveir triðingar av heimsins íbúgvum búgva í stórum strandabýum, skrivar DCNS í tíðindaskrivi, og málið er at selja umleið 200 undirsjóvar-orkuverk næstu tjúgu árini.

Flexblue verður millum 50 og 250 MW og 12-15 metrar í tvørmát. Orkuverkini skulu setast á botnin á 60-100 metrar dýpi, haðani kaðalar síðani føra streymin til lands. DCNS væntar, at eitt tílíkt orkuverk kann veita streym til umleið eina miljón húsarhald.

Flexblue skal gerast í modulum og fer í lidnari útgávu at viga 12.000 tons.

DCNS upplýsir, at undirsjóvar-orkuverkini skulu lúka somu trygdarkrøv sum nýggjastu kjarnorkuverkini á landi.

Fleiri lond arbeiða við at menna smáar og meðalstórar reaktorar. Millum annað hevur Russland bygt og sjósett fyrsta av 12 flótandi kjarnorkuverkum. Tey skulu brúkast í fjarskotnu økjunum har eysturi í landinum, sum lítið ella onki elsamband hava við meginøkið.

Eisini USA og Japan arbeiða við smáum og meðalstórum orkuverkum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking