7.359.
So nógvir fjaravlisnir málarar eru nú settir upp kring landið, vísir nýggjasta uppgerðin frá innleggingardeildini á SEV.
Samlaða talið á elmálarum í Føroyum liggur um 24.000, og sostatt verður nú ein lítil triðingur av málarunum avlisin um fjaravlestrarskipanina hjá SEV.
Tekur tíggju ár
Arbeiðið at taka gomlu málararnar niður og seta teir nýggju og meira framkonu upp ístaðin byrjaði í 2006, og SEV miðar eftir at avlesa allar málarar í landinum um fjaravlestrarskipanina í 2016.
Tey, ið hava fingið fjaravlisnar málarar kunnu umvegis heimasíðuna hjá SEV síggja sína streymnýtslu og nýtsluna í krónum og oyrum.
Einstaki brúkarin fær eina kotu við atgongd til sína kontu á heimasíðuni. Á henda hátt ber til hjá brúkarunum at stýra síni streymnýtslu.