– Eg rokni við, at olju- og gassprísirnir fara at leggja seg í eina fasta høga legu í árunum sum koma.
Tað segði norski olju- og orkumálaráðharrin, Ola Borten Moe, á eini orkuráðstevnu í Haugesund týsdagin, skrivar Teknisk Ukeblad.
Ein tunna av Brent-olju til avskipingar í september kostaði undir 100 dollarar týsdagin - fyri fyrstu ferð síðani februar. Gassprísirnir eru minni ávirkaðir av ótryggu gongdini í heimsbúskapinum, men hava kortini verið fyri stórum falli hesa seinastu vikuna.
- Rávørur okkara verða prísásettar á einum alheims marknaði. Hóast støðan er turbulent í ES og USA, nýtist tað ikki at merkja lægri prísir, um eftirspurningurin veksur aðrastaðni sum td. í Asia, segði Borten Moe.
Hevur álit á politikarunum
Norski ráðharrin trýr heldur ikki, at politikararnir í USA og ES fara at lata sær lynda, at búskaparligu trupulleikarnar ikki verða loystir skjótt.
- Eg nokti at trúgva, at amerikanskir og evropeiskir politikarar fara at loyva sær at halda fram við at spæla hasard við framtíðini, segði hann, og sipaði til politiska rumblið í sambandi við stuðulspakkarnar hjá ES og fíggjarlógarjavnvágina hjá USA.
Borten Moe er sannførdur um, at politikkurin hjá ES viðvíkjandi varandi orku fer at hava við sær ein stabilan, stóran marknað fyri norskum gassi.
– Vit skulu minnast til, at Týskland ætlar at beina fyri kjarnorku síni innan tíggju ár. Hetta svarar til eina orkuframleiðslu upp á 180 TWh. Haraftrat skal kolorkan eisini burtur til tess at røkka málunum um varandi orku, segði hann.