Norra hevði ein nettoinnflutning av elorku í viku 2 upp á 569 GWh, sum svarar til streymnýtsluna hjá umleið einari miljón húsarhaldum, upplýsa norsku elorkumyndugleikarnir í vikuligu frágreiðing síni um støðuna á orkumarknaðinum.
Hetta er mesti nettoinnflutningurin, sum nakrantíð er skrásettur í Norra, skrivar Teknisk Ukeblad.
Meginparturin av innflutninginum kom úr Svøríki, og tað var eisini úr Svøríki, størsti vøksturin var í innflutninginum. Eins og vikuna frammanundan var eisini stórur innflutningur úr Danmark og Hollandi.
Stórt vatntrot
Lítið vatn í goymslunum í Norra og útivið full framleiðsla á svensku kjarnorkuverkunum hava verið meðvirkandi til stóra innflutningin.
- Vatntrotið ger stóra innflutningin neyðugan, og seinastu tríggjar vikurnar hevur Norra havt ein innflutning upp á nærum 1,5 TWh, sigur vatn- og orkustjórin í NVE (Norges Vassdrags- og Energidrektorat), Agnar Aas, í einum tíðindaskrivi sambært Teknisk Ukeblad.