Norska fyritøkan Langlee Wave Power ætlar at selja smá alduorkuverk til oyggjasamfeløg, ið knógva undir dýrari, dieselriknari streymveiting sum fyrsta stig á leiðini ímóti størri alduorkuverkum.
Lopfjøl
Langlee Wave Power, sum varð sett á stovn í 2006, fekk sítt gjøgnumbrot í 2009, tá sáttmáli varð gjørdur við turkiska felagið Ünmaksan um at byggja fimm alduorkuverk við einum samlaðum mátti upp á 600 kW.
Síðani tá hevur fyritøkan gjørt sáttmálar um tílík verk á Kanarisku Oyggjunum og í Ný Zelandi, og ætlanin er at brúka hetta sum lopfjøl til aðrar nýggjar verkætlanir, skrivar Teknisk Ukeblad.
Nissjumarknaður
– Hetta verður ein framsýningargluggi hjá øðrum Kyrrahavsoyggjum, sum í dag rinda millum 2 og 4 krónur fyri kilowatt-tíman. Vit hava í dag alduorkutøkni, sum er nærum eins kostnaðareffektiv sum vindorka og nógv bíligari enn streymur frá sólsellum ella dieselgeneratorum. Vit síggja oyggjasamfeløg sum nissjumarknað á leiðini at levera stórar alduparkir um nøkur ár, sigur Cathrine Bryøen í Langlee Wave Power.
Fyrstu alduorkuverkini skulu setast út í 2014 við Stewart Island, út fyri suðurendanum av Ný Zelandi, og veita streym til eitt oyggjasamfelag við 400 íbúgvum. Verkini verða knýtt í verandi netið, við dieselgeneratori bert sum backup teir dagarnar, ongar aldur eru. Næsta ár verður ein royndareind latin samstarvsfelagnum Tangaroa Energy.
Dieselaggregat
– Verkið við fýra 50 kW-modulum nøktar tørvin hjá íbúgvunum. Teir brúka ikki streym til upphiting. Alduorkuverkini avloysa fossila orkunýtslu fyri ein rímiligan prís, serliga í hesum oyggjasamfelagnum, sum brúkar nógvar pengar upp á at reka eitt dieselaggregat, sigur Bryøen.
Orka gjørd úr diesel kostar meira enn tvær krónur fyri kWh, meðan Cathrine Bryøen metir, at orka frá teirra alduorkuverki liggur um eina krónu fyri kWh.
Alduorkuverkið hjá Langlee varð fyrr í ár testað á Universitetinum í Aalborg. Royndirnar vístu ein meðal effektivitet upp á 35 prosent í mun til totala alduorku. Ein betrað konstruksjón hevði økt effektivitetin við 40 prosentum í mun til fyrr gjørdar útgávur. Jens Peter Kofoed, professari, ið stóð fyri royndunum, segði tá, at 35 prosent effektivitetur er í ovara endanum av, hvat ið væntast kann av einum alduorkuverki.
Fyritøkan arbeiðir við at fáa sett út eitt royndarverk í norskum sjógvi næsta ár og hevur søkt Innovasjon Norge um 17 miljónir krónur til hetta.