Ein metstór streymrokning er á veg til norsku elkundarnar, og tí ætlar stjórnin at játta 320 mió. kr. í eyka bústaðarstuðuli, so fólk skulu kunna rinda fyri seg.
Tað skrivar NRK á heimasíðuni.
- Sum flestum kunnugt, hevur veturin higartil í ár verið kaldur. Til tess at hjálpa teimum, ið stríðast við at gjalda rokningina, hevur stjórnin gjørt av at veita eitt eykagjald til øll, ið fáa bústaðarstuðul, sigur Liv Signe Navarsete, kommunu- og økismálaráðharri, við NRK.
2.000 krónur eyka
Øll húsarhald í Norra kunnu rokna við eini eyka streymrokning uppá 2.000 krónur í mun til í fjør. Tey flestu megna at bera eina slíka rokning, men tey, ið hava trupulleikar við tí, fáa nú hjálp.
Øll húsarhald, ið eru undir bústaðarstuðulsskipanini, fáa 2.500 krónur, umframt 100 krónur fyri hvønn familjulim. Tilsamans kostar hetta norska ríkiskassanum 318,5 mió. n. kr.
Uppskotið verður lagt fyri Stórtingið í hesi vikuni, og Navarsete vónar, at tað fær eina skjóta viðgerð og avgreiðslu, so pengarnir kunnu gjaldast út sum skjótast.
Ein politisk skylda
Hon sigur, at tað er skyldan hjá einihvørjari stjórn at reka ein ábyrgdarfullan politikk og seta tiltøk í verk, tá tørvur er á tí.
- Vit síggja, at tørvur er á hesum nú, og tí leggja vit hetta uppskotið fram, sigur Liv Signe Navarsete við norska kringvarpið.
Upphæddin uppá 2.000 krónur er roknað út við grundarlagi í hagtølum, sum vísa, at norskir streymkundar í miðal brúka 20.000 kilowatt-tímar um árið (el og hiti). Íroknað upphæddina er netleiga og øll avgjøld.
Talan er um ein prísvøkstur uppá 30 prosent í mun til í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð í Norra.