Norskir borgarstjórar ætla at steðga russiskum kjarnorkuverki

27 borgarstjórar í Norður-Noregi biðja stjórnina um hjálp.

27 norðurnorskir borgarstjórar hava heitt á stjórnina um at leggja trýst á russisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at lata kjarnorkuverkið á Kolahálvoynni aftur.

Borgarstjórarnir hava skrivað undir eina felags áheitan, sum Natur og Ungdom og Norges Naturvernforbund handaðu norska uttanríkisráðnum í gjár.

– Við fyriliti fyri menniskjum, náttúru og umhvørvi átti kjarnorkuverkið á Kolahálvoynni at verið latið aftur. Allir teir fýra reaktorarnir hava eina livitíð í 30 ár. Kortini er livitíðin hjá teimum báðum elstu reaktorunum longd í fyribils 15 ár aftrat. Næsta ár ætlar verkið at søkja um loyvi at hava reaktorarnar í rakstri í 25 ár aftrat, men tað eru teir als ikki gjørdir til, sigur Stine Østnor í Natur og Ungdom við Teknisk Ukeblad.

Felagsskapirnir vísa til Soria Moria-yvirlýsingina frá 2005, har sagt verður, at Norra má herða stríðið ímóti Kola-kjarnorkuverkinum til tess at fyribyrgja, at nøkur vanlukka hendir.

– Nú er stundin komin til at vísa hesi orðini í verki, siga borgarstjórarnir og náttúruverndarfelagsskapirnir.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking