100 ferjuleiðir í Norra eru sum skornar til elferjur.
Tað heldur ið hvussu er ferjuskipasmiðjan Fjellstrand, sum eftir hálvtannað ára arbeiði er klár við tekningunum til eina hybridferju. Hon skal í høvuðsheitum drívast av lithium-ion-batterium - í øðrum lagi av tveimum dieselgeneratorum, sum taka yvir, um battaríini eru fløt.
Fyribils bíðar fyritøkan framvegis eftir fyrstu ítøkiligu bíleggingini og ikki minst pengum at byggja eina pilotferju fyri, skrivar Teknisk Ukeblad.
Ætlað til stuttar leiðir
Ætlanin er at byggja ein hóp av ferjum til stuttar siglingarleiðir, t.d. tvørturum ein fjørð, við plássi fyri umleið 50-60 bilum og 100-200 ferðafólkum. Ferjan fer at kosta umleið 100 miljónir norskar krónur, svarandi til umleið 95 miljónir í okkara pengum. Hetta er sambært Fjellstrand dýrari enn ein vanlig dieselferja, men teir rokna við, at hon kann tjena seg innaftur longu eftir tveimum árum, orsakað av spardum rakstrarútreiðslum.
Harumframt vísir fyritøkan á umhvørvisfyrimunirnar við, at lastbilar ikki skulu koyra við brennievni út til ferjurnar seks-sjey ferðir um vikuna.
Ístaðin er ætlanin, at elferjurnar skulu snarløðast í ferjuhavini áðrenn næstu fráferðina, og so løðast fult upp um náttina, tá streymurin er bíligari. Møguliga verður vatnorka orkuelda hjá løðistøðunum.
Eftir í løtuni at fáa greiði á er battarískipanin, sum m.a. skal innrættast soleiðis, at battaríini ikki bresta ella eldur kemur í tey.