Norra innflytur streym sum ongantíð áður.
Innflutningurin svarar til ársframleiðsluna hjá 18 Alta-orkuverkum, upplýsir Energi Norge.
Orsøkin til metinnflutningin er, at Norra hevur brúkt munandi meira streym enn landið hevur verið ført fyri at framleiða. Hetta kemst av lítlum avfalli og harvið vatntroti í byrgingunum alt árið í fjør.
Kaldir vetrar
Haraftrat hava tveir kaldir vetrar havt sína ávirkan á støðuna, skrivar Teknisk Ukeblad. Streymnýtslan í fjør var upp á 131 TWh, sum er tað mesta nakrantíð. Av hesum vóru 11,7 TWh innfluttur streymur.
Kuldin í vetur hevur sambært Energi Norge havt við sær økta streymnýtslu og hevur lagt stórt trýst á vatngoymslurnar.
Støðan batnað
Gongdin er nú vend, og vatnstøðan í goymslunum er nógv batnað.
Hetta kemst m.a. av størri avfalli, lægri streymnýtslu og at innflutningurin úr útlandinum framvegis er høgur, skrivar Teknisk Ukeblad.