Norra ikki sjálvbjargið við streymi í løtuni

Noyðist at innflyta streym úr Týsklandi og Hollandi til tess at nøkta tørvin.

Tað hevur verið óvanliga turt í Norra seinastu tíðina.

Hetta hevur havt við sær, at landið í løtuni ikki er sjálvbjargið við streymi, men noyðist at innflyta streym til tess at nøkta tørvin.

Hesin innflutningurin verður nú dýrari sum avleiðing av, at átta av teimum elstu kjarnorkuverkunum í Týsklandi fyribils eru latin aftur sum avleiðing av kjarnorkuóhappinum í Japan.

So lítið vatn er í norsku vatnbyrgingunum í løtuni, at landið noyðist at innflyta streym meginpartin av várinum til tess at nøkta tørvin, skrivar Teknisk Ukeblad í dag.

- Vit eru bundin av innflutningi úr Týsklandi og Hollandi, har prísirnir eru hækkaðir í seinastuni, sigur Gisle B. Tveit í norska orkustýrinum við blaðið.

Eisini vatntrot aðrastaðni

Men tað er ikki bara í Skandinavia, at lítið vatn er. Eisini í Alpunum stendur illa til við vatni í løtuni, og tað hevur elvt til stórt vatnundirskot í Fraklandi, Sveits og Eysturríki.

Hóast tað hevur regnað illa í Norra seinastu dagarnar, hevur hetta ikki munað stórvegis higartil.

Sjálvt um støðan ikki er líka ring í Svøríki og Finlandi, er talan framvegis um eitt stórt vatnundirskot samanlagt, skrivar Teknisk Ukeblad.

Væntandi fer hetta at elva til hægri streymprísir á øllum skandinaviska orkumarknaðinum, skrivar blaðið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking