Norra framskundar uppseting av sjálvvirkandi elmálarum

Alt landið skal hava fingið sjálvvirkandi elmálarar í 2016 - tvey ár fyrr enn upprunaliga ætlað.

Norska olju- og orkumálaráðið ætlar at framskunda uppsetingina av sjálvvirkandi streymmálarum við tveimum árum.

Sambært ætlanini skal alt landið hava fingið sjálvvirkandi elmálarar við árslok 2016 - tvey ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Stjórnin vil við hesum eggja til orkusparing og økja tilvitanina kring streymnýtsluna, skrivar Teknisk Ukeblad.

Stýra nýtsluni

AMS, sum skipanin kallast í Norra, gevur streymkundunum møguleika at avmarka streymrokningina við at leggja størri part av nýtsluni ta tíðina á samdøgrinum, tá ið streymurin er bíligast.

Í Mið-Norra skal uppsetingin av sjálvvirkandi elmálarum longu umfata 80 prosent av brúkarunum við árslok 2013, sigur Terje Riis-Johansen, olju- og orkumálaráðharri.

Langtíðar tiltøk

Ein arbeiðsbólkur læt fyri jól eina frágreiðing úr hondum um langtíðar tiltøk til tess at betra um orkustøðuna.

Eitt av tiltøkunum var júst uppseting av AMS-útgerð til tess at økja um brúkarafleksibilitetin og harvið fáa eina betri gagnnýtslu av orkuskipanini.

Ynskja streymkundar at fáa útgerðina setta upp fyrr enn ætlað, binda netfeløgini seg til at seta málararnar upp hjá teimum ímóti einum gjaldi uppá 2.500 krónur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking