Norra innflytur meiri streym enn nakrantíð áður.
Innflutningurin í januar setti met, skrivar Teknisk Ukeblad.
Lítið vatn í norsku goymslunum og stór nýtsla hevur elvt til hægri elprísir í Norra enn í grannalondunum.
- Høgu prísirnir fella sjálvandi ikki í góða jørð hjá norsku brúkarunum, men samstundis kemur innflutningurin væl við, tá lítið vatn er í goymslunum hjá norsku vatnorkuverkunum, sigur Øivind Rue, stjóri í Statnett, í tíðindaskrivi.
Netto-innflutningurin svarar til ársnýtsluna í Tróndheimi
Norra hevði ein netto-innflutning upp á meira enn 2 miljardir kilowatttímar í januar.
– Hetta hevur gjørt tað møguligt at spara upp á vatnið í vatngoymslunum, samstundis sum tað hevur verið við til at lækka prísin sammett við, um vit bert høvdu kunnað brúkt norsktframleidda orku, sigur Statnett-stjórin.
Í meðal innflutti Norra í januar 3.069 MW um tíman. Hetta gav ein netto-innflutning upp á útvið 2,3 TWh (miljardir kilowatttímar), sum svarar til ársnýtsluna í Tróndheimi. Til sammetingar var nýtslan í januar í meðal 18.282 MW ella samanlagt 13,6 TWh.