Norðurlond partur av einum størri elmarknaði

Í dag verða Danmark og hini skandinavisku londini koblað tættari saman við Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luxembourg sum fyrsta stig í ætlanunum at skipa ein evropeiskan elmarknað, har el flýtur frítt millum londini.

Í dag verða Danmark og hini skandinavisku londini koblað tættari saman við Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luxembourg.

Hetta er eitt týðandi stig á vegnum móti einum evropeiskum elmarknaði, har el flýtur frítt millum londini.

Marknaðarkoblingin í Miðvesturevropa (CWE) millum Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luxembourg verður sett í verk í dag. Samstundis verður hetta nýggja umráðið, CWE, koblað saman við skandinavisku londini umvegis Danmark. Sambandið millum Norra og Holland verður knýtt í verkætlanina 18. januar 2011.

Fáa gagnnýtt orkuna betri 

- Nýggja marknaðarkoblingin fer at geva eina meira effektiva nýtslu av netinum og betri gagnnýtslu av orkuni í einum størri umráði, við betri prísum sum fylgju, sigur Charlotte Søndergren, ráðgevi hjá Dansk Energi.

- Dansk Energi heilsar dagsins marknaðarkobling mellum Skandinavia og Miðvesturevropa hjartaliga vælkomnari, sigur Charlotte Søndergren, sum samstundis vísir á, at átakið ”bert” er eitt stig á vegnum móti einum fult integreraðum evropeiskum marknaði, og at neyðugt verður við uppaftur størri útbyggingum, áðrenn málið er rokkið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking