Pláss er fyri nógv meiri varandi orku á norðurlendska elnetinum enn fyrr hildið.
Tað stendur í eini nýggjari frágreiðing frá altjóða orkustovninum IEA, undir heitinum Harnessing Variable Renewables: a Guide to the Balancing Challenge.
– Meðan summi umráði eru smidligari enn onnur, vísa allir orkumarknaðirnir seg at hava tøkniligar møguleikar fyri at fáa meiri varandi orku inn á netið, sigur Richard Jones í IEA í einum tíðindaskrivi.
Umleið helmingurin vindorka
IEA hevur kannað átta ymisk umráði kring heimin til tess at fáa greiði á, hvussu nógva varandi orku tey hava møguleika fyri at hava á elnetinum. Eitt av umráðunum er norðurlendski (les: skandinaviski) orkumarknaðurin.
Parturin av møguligari varandi orku á netinum varierar úr 19 prosentum í Japan til heili 63 prosent í Danmark einsamøllum. Norðurlendski marknaðurin (Svøríki, Danmark, Finnland og Norra) kann samanlagt fáa heili 48 prosent av sínum ravmagni frá varandi orku, uttan at hetta nervar skipanina, stendur í frágreiðingini.
Bretsku oyggjarnar megna at taka ímóti 31 prosentum av varandi orku, meðan Spania og Portugál kunnu taka ímóti 27 prosentum. Meksiko megnar 29 prosent, vestari parturin av USA 45 prosent og eystari parturin av Kanada 37 prosent.
Vísa til Norra
Orsøkin til stóra munin millum umráðini er ymiska atgongdin til varandi orku. Stóra vatnorkuframleiðslan hjá Norra verður tikin fram sum ein týðandi táttur fyri Norðurlond og serliga Danmark, meðan kol- og kjarnorkuverkini í Japan ikki eru so effektiv, tá ið ræður um at bera skjótt at í sambandi við sveiggj í eftirspurninginum.
Sambært ársfrágreiðingini hjá IEA, World Energy Outlook, skulu 45 prosent av heimsins ravmagni koma frá varandi orku innan 2035, skal eydnast at skerja innihaldið av CO2 í atmosferuni til 450 partar fyri eina miljón (ppm). Hetta svarar til eina alheims hitaøking upp á tvey stig. 17 prosent av ravmagninum má og skal tá koma frá varandi orku, sigur IEA.
IEA-frágreiðingin varð løgd fram í gjár á evropeisku ráðstevnuni EREC 2011 um varandi orkupolitikk