Norðurlendskur Veðurlagsdagur á Kambsdali

Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali hevur ljóskastarin í dag verið settur á veðurlagsspurningin.

Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali hevur ljóskastarin í dag verið settur á veðurlagsspurningin. Tað er Norðurlendskur veðurlagsdagur í dag, og hann hava tey á Handilsskúlanum á Kambsdali hildið saman við fleiri øðrum norðurlendskum skúlum.
Endamálið við degnum er at varpa ljós á veðurlagsspurningin og økja um kunnleikan um hetta nógv umrødda mál. Eisini er endamálið, at øll, tá dagurin er liðin, eru vorðin meira tilvitaðir orkunýtarar.
Seks verkstovur

Dagurin byrjaði við at Annika Olsen, landsstýriskvinna í veðurlagsmálum, helt røðu og setti dagin. Síðani varð farið í seks verkstovur, ið snúðu seg um ymisk evni, ið hava við veðurlagsspurningin at gera. Alt frá yvirskipaðum politikki til spurningin um, hvat ein skilagóður orkunýtari er.

Verkstovurnar vóru skipaðar við einum serfrøðingi, sum legði fram, áðrenn næmingarnir fingu høvi at umrøða spurningar í bólkum og síðani í felag saman við serfrøðinginum.

Landsstýriskvinnan tuttók sjálv í einari verkstovu um landspolitikk og veðurlag, Kári Thomsen frá Agenda 21 skrivstovuni hjá Føroya Kommunufelag luttók í verkstovu um kommunala partin, Hákun Djurhuus stjóri í SEV og Johnni Poulsen varastjóri í Magn høvdu hvør sína verkstovu, og Kári Mortensen frá Jarðfeingi og Ingvard Fjallstein umhvørvisleiðari á IRF luttóku somuleiðis í hvør sínari verkstovu.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking