Hvørjar rávørur eru veðurlagsvinarligar, og hvussu verður maturin, tú etur, gjørdur?
Norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir bjóða aftur í ár til Norðurlendskan Veðurlagsdag, og hesa ferð er dagfestingin 11.11.11. Málbólkurin eru næmingar, lærarar, lærlingar og starvsfólk á útbúgvingarstovnunum í øllum norðurlondum.
Veðurlagsdagurin fokuserar eisini á veðurlag og umhvørvi í øllum hesum umráðnum.
Evnið fyri degnum er matur og veðurlag. Ein rúgva av felagsskapum og stovnum eru eisini bodnir við. Í fjør luttóku millum onnur lærdi háskúlin í Lund í Svøríki, danska veðurstovan DMI og lærdi háskúlin í Helsinki.
Felagsnorðurlendsk kókibók
Eitt av ársins nýggju átøkum er felags norðurlendska "kókibókin", sum er ein netútgáva við og um veðurlagsvinarligan mat úr øllum norðurlondum.
Skúlaflokkar og næmingar kunnu seta sín dám á kókibókina við tildømis at senda inn veðurlagsvinarligar uppskriftir ella brot úr næmingauppgávum um ávirkanina hjá matídnaðinum á veðurlagið. Bert hugflogið setur mørk fyri, hvussu næmingarnir kunnu lýsa evnið. Lærarar kunnu eisini kappast við at senda inn síni bestu hugskot til undirvísing um veðurlagsvinarligan mat.
Millum annað verða hesir tættir tiknir upp: "Er munur á koldioxidútlátinum frá kjøt- og grønmetisframleiðsluni?" og "Hvørja ávirkan hevur matgerð á veðurlagið?".
Endamálið við Norðurlendska Veðurlagsdegnum er at fáa børn og ung í norðurlondum við í bardagan fyri betri veðurlagi.