Norðurlendskir skúlanæmingar skifta orð um veðurlagið

1. februar verður skipað fyri einum norðurlendskum kjatt-fundi fyri skúlanæmingar um veðurlagið.

Í kjalarvørrinum av Norðurlendska Veðurlagsdegnum 11. november, skipar Norðurlendska Ráðharraráðið fyri einum kjatt-fundi 1. februar millum skúlanæmingar úr øllum norðurlondum um veðurlagsspurningar.

Fundurin verður millum kl. 13 og 14 okkara tíð, og kjattað verður á skandinaviskum, sigur felagið Norden í tíðindaskrivi.

Bæði fyri einstaklingar og flokkar

Allir næmingar og/ella flokkar í norðurlondum eru vælkomnir at luttaka. Tvey vaksin vera við í kjakinum sum viðmerkjarar/íblásarar.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til Emelie Carlsson - emca@norden.org. Upplýsið tal á luttakarum, navnið á skúlanum, nøvnini á luttakarunum, teldupostadressu og land.

Chatt-fundurin verður hildin í sambandi við ráðstevnuna Løsningar - www.losningar2011.fi - í Åbo í Finnlandi í døgunum 31. januar - 2. februar.

Seinasta freist at boða frá luttøku er hósdagin 13. januar 2011.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking