Stýrið í Svenska Kraftnätt, sum hevur ábyrgdina av svensku elskipanini, hevur gjørt av at gera íløgur fyri umleið 2,6 mia. skr. í nýggja kaðalsambandið NordBalt millum Svøríki og Baltikum.
Tað skrivar danskenergi.dk.
Talan er um ein javnstreymskaðal uppá 700 MW millum Svøríki og Litava. Hann skal byggjast saman við litavska felagnum, LitGrids, og samlaða íløgan verður umleið 5,6 mia. skr. Verkætlanin fær stuðul úr ES uppá tilsamans 175 mió. evrur. Av hesum fara 131 mió. til sjálvt sambandið, meðan restin er sett av til innanhýsis ábøtur av netinum í Letlandi.
Endamálið við sambandinum er at bøta um veitingartrygdina í Baltikum og knýta støðugt vaksandi baltiska elmarknaðin í norðurlendsku og evropeisku elmarknaðirnar.
Kaðalin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2016.
Norskt-týskt samband
Ætlaði týski-norski elkaðalin, NorGer, er farin um eitt týdningarmikið vegamót. Týska Bundesnetzagentur (BnetzA) hevur givið NorGer undantaksloyvi frá reglunum um inntøkuregulering, skrivar Statnett. Sostatt vantar nú lítið í, áðrenn farast kann undir verkætlanina.
BnetzAs skal nú viðgerast víðari í ES-nevndini og av EFTA-eftirlitsstovninum ESA, sum hevur endaligu avgerðina á norsku síðuni.
NorGer ætlar at byggja ein 600 km langan javnstreymskaðal uppá 1.400 MW millum Norra og Týskland til tess at knýta elskipanirnar í teimum báðum londunum saman. NorGer KS er eitt felag, sum Statnett (50 pst.), norsku orkufeløgini Agder Energi og Lyse og sveisiska EGL eiga - tey trý seinastu við 16,67 pst. hvør.