Norðsjóvarvindur kann geva 150.000 nýggj arbeiðspláss

Sjóvindur kann gerast líka týdningarmikil fyri ES sum oljan í Miðeystri.

Sjóvindur og sjókaðalar í Norðsjónum kunnu útvega 100.000-150.000 arbeiðspláss hetta til 2030, sigur ES-formansskapurin.

Norski orkumálaráðharrin, Terje Riis-Johansen, skrivaði í síðsta mánaða undir avtalu um "Norðsjóvarverkætlanina" við fleiri ES-lond.

– Í desember var samlaði vindorkumátturin hjá Evropa og Norra 2.396 megawatt (MW). ES-londini hava í løtuni ætlanir um 40.000 MW av nýggjari vindorku, sigur belgiski orkumálaráðharrin, Paul Magnette, sambært Teknisk Ukeblad.

Paul Magnette heldur tað vera møguligt at fáa 150 GW (150.000 MW) av sjóvindi til vega innan 2030. Heldur hesin spádómurin, fer elframleiðslan úr vindi tá at liggja um 563 terawatttímar (TWh) um árið, svarandi til 16 prosent av streymnýtsluni í ES.

Vindur virðismiklari enn olja

- Vindorkukapasiteturin í Norðsjónum er ovurhonds stórur. Hann er størri enn orkunøgdin í oljugoymslunum í Miðeystri, skrivar ES-formansskapurin í tíðindaskrivi. Í 2050 kann sjóvindur standa fyri ikki minni enn 46 prosentum av orkunýtsluni hjá ES, stendur í tíðindaskrivinum.

Norska vindvinnan, umboðað av felagnum Norwea, heldur, at rættast er at velja tær bíligastu loysnirnar fyrst. Víst verður í hesum sambandi á, at vindorka á landi er nógv bíligari enn sjóvindur.

- Bíliga orkan frá norskari vindorku, umvegis sjókaðalar, eigur at koma fyrst, tí hon er bílig og góð, sigur Øyvind Isachsen, stjóri í Norwea, við Teknisk Ukeblad.

Hann leggur tó dent á, at Norra fyrst og fremst má syrgja fyri at útvega sær sjálvum nóg nógvan streym. Tað er heldur ikki vist, at Evropa fer at byggja so nógv út av sjóvindi, sum sagt veður.

Vatnorka eisini týdning

Norsk vatnorka fer eisini at hava ein týðandi leiklut í ætlanunum hjá ES at gagnnýta sjóvindin í Norðsjónum. Tá ongin vindur er, er ætlanin at dúva uppá vatnorkuna ístaðin.

Men eitt elnet á sjónum fer at kosta fleiri hundrað miljardir krónur.

- Neyðugt verður at brúka tíggjutals miljardir evrur um árið, og fleiri hundrað miljardir evrur komandi tíggju-áraskeiðið, til tess at menna undirstøðukervið og heimamarknaðin og kappingina, útvega orkutrygd og samhaldsfesti og integrera orkumarknaðin fult út, sigur ES-orkukommisserurin, Günther Oettinger.

Henda rokningin er enn ikki lutað sundur. Norra og ES tingast framvegis um, hvønn leiklut Norra skal hava í orkumálunum hjá ES fram til 2020. Sjóvindur og sjókaðalar í Norðsjónum


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking