Norðmenn veita vindorku inn á bretska elnetið

Sjóvindorkuparkin Sheringham Shoal er farin undir at gera streym til bretska elnetið.

Fyrsta myllan í sjóvindorkuparkini Sheringham Shoal er sett í rakstur, trý ár eftir at ensku myndugleikarnir góðkendu verkætlanina og tvey ár eftir at farið varð undir byggiarbeiðið.

Felagið Scira Offshore Energy letur vindorkuparkina byggja út fyri strondini í Norfolk í Onglandi.

Hóast raksturin er byrjaður, heldur byggi- og uppsetingararbeiðið fram. Umleið 12 fundament skulu gerast, og fleiri kilometrar av kaðalum skulu leggjast og gravast niður í havbotnin.

Tilsamans 86 vindmyllur skulu setast upp og setast í rakstur, áðrenn Statoil-stjórnaða verkætlanin verður handað sum ein fullfíggjað vindorkupark til Scira á sumri 2012.

Norðmenn eigarar

Norku Statoil og Statkraft eiga Sheringham Shoal helvt um helvt gjøgnum samstarvsfelagið Scira Offshore Energy Limited.

– Sjóvindorka er eitt av vakstrarøkjunum hjá Statoil, og vit meta Bretland sum ein av týdningarmestu marknaðunum. Mál okkara er at brúka førleikar okkara frá olju- og gassvirkseminum á sjónum til tess at tryggja virðisøking. Fyrsta orkuveitingin til netið frá Sheringham Shoal er ein týdningarmikil varði á vegnum hjá Statoil sum sjóvindorkumennari, sigur Ståle Tungesvik, ið er leiðari fyri varandi orku í Statoil, við Teknisk Ukeblad.

– Hetta er eisini byrjanin hjá ravmagnshandilsdeild okkara í London, sum skal hava ábyrgdina av umsetninginum av orku frá Sheringham Shoal á bretska elmarknaðinum. Vit eru nú væl brynjað til upp aftur fleiri uppgávur innan sjóvindorku í Bretlandi, leggur Ståle Tungesvik aftrat.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking