Norðmenn stúra fyri norðurlendskum kjarnorkusteðgi

Lata Svøríki og Finnland kjarnorkuverk síni aftur, fara streymprísirnir í Norra at hækka munandi.

Norski olju- og orkumálartáðharrin Ola Borten Moe ávarar ímóti at halda, at ein afturlating av norðurlendsku kjarnorkuverkunum letur seg gera, uttan at fáa álvarsamar avleiðingar fyri Norra, skrivar Dagens Næringsliv.

- Gera Svøríki og Finnland av at lata síni kjarnorkuverk aftur, fer tað at hava stóra ávirkan á norðurlendska (les: skandinaviska) orkumarknaðin. Hetta fer at hava álvarsamar avleiðingar fyri vinnulív og húsarhald. Tí havi eg sjálvandi onki ynski um, at tað skal henda, sigur Borten Moa.

Norskt gass

Almenna norska orkufelagið Statoil tekur hinvegin undir við ætlanini hjá Týsklandi at gevast við kjarnorku í seinasta lagi 2022. Tá 26 prosent av týsku streymframleiðsluni hvørva, skapar hetta stórar møguleikar fyri norskum gassi.

- Hetta gevur ovurhonds stórar møguleikar fyri øktari sølu av norskum gassi inn á týska marknaðin. Undirstøðukervið er har, og vit hava møguleika at selja meira. Gass er í evropeiskum høpi umhvørvisvinarligt, og tí kann hetta koma væl við hjá Norra, hóast vit enn ikki hava fingið fult yvirlit yvir avleiðingarnar, sigur Ola Borten Moe við Dagens Næringsliv.

Gevur møguleikar

Hann vísir á, at Norra ikki er integreraður partur av týska orkumarknaðinum, og tí roknar hann ikki við, at útfasingin av kjarnorkuni fer at økja streymprísirnar í Norra.

- Men um allur heimurin ger sum Týskland og gevst við kjarnorku, fer hetta at krevja umfatandi broytingar í heimsins orkuskipan. Og kjarnorka er sum er týdningarmikil partur í heimsins samlaðu orkuveiting. Ov tíðliga er at siga, hvussu verður við hesum í framtíðini.

- Líkt er til, at vit tola týsku avgerðina, og fyri norska gassorku er líkt til, at hetta gevur møguleikar fyri útflutningi og virðisøking, sigur Borten Moe.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking