Norðmenn minst viðbreknir mótvegis veðurlagsbroytingum

Av øllum tjóðum í heiminum eru norðmenn minst viðbreknir mótvegis veðurlagsbroytingum sambært eini nýggjari frágreiðing. Bangladesh er mest hótt.

Av øllum tjóðum í heiminum eru norðmenn minst viðbreknir mótvegis veðurlagsbroytingum sambært eini nýggjari frágreiðing. Bangladesh er mest hótt.

Eisini hini norðurlondini standa seg væl sambært frágreiðingini. Ein av orsøkunum er, at lýggjari veður kann hava týdning fyri landbúnaðin á okkara breiddarstigum - ið hvussu er so leingi, upphitingin ikki er ov ógvuslig.

Tað skrivar Teknisk Ukeblad við NTB-tíðindastovuni sum keldu.

Støðan er heilt øðrvísi í menningarlondunum í Asia og Afrika, sum bæði kunnu rokna við meira turki og hungri næstu áratíggjuni.

Frágreiðingin váttar sostatt, at tað fyrst og fremst eru fátøk fólk fyri sunnan, ið fara at merkja avleiðingarnar av veðurlagsgassunum, sum ríku londini hava latið út í hundraðtals ár.

Náttúruvanlukkur

Bæði Bangladesh, India, Madagaskar og fleiri onnur menningarlond verða mett sum "sera viðbrekin" í frágreiðingini frá bretska felagnum Maplecroft, sum arbeiðir við váðametingum.

Suður-Asia er mest hótt av veðurbroytingum, ið kunnu elva til náttúruvanlukkur, eins og flóðini í Pakistan í summar.

– Sjálvt evarska lítlar broytingar í hitanum kunnu fáa álvarsamar avleiðingar fyri umhvørvið, sigur greinarin Anna Moss í Maplecroft.

Bangladesh er ringast fyri, tí landið er í sera stórum vanda fyri at verða rakt av bæði turki og hungri. Aftrat hesum dragast bangladesharnir við umfatandi fátækradømi og landbúnaðartrupulleikum. Júst landbúnaðurin er tað búskaparliga økið, ið roknað verður við, verður mest ávirkað av veðurlagsbroytingunum.

Myndugleikarnir í Bangladesh hava harumframt heldur ikki neyðuga førleikan fyri at handfara avleiðingarnar av alheims upphitingini.

Høg útlát

Millum tey mest viðbreknu londini er tað bert India, sum sjálvt hevur stórt útlát av veðurlagsgassum. Hetta kemst av høga búskaparliga vøkstrinum í landinum, og sambært Maplecroft kunnu indarar rokna við álvarsomum umhvørvisavleiðingum, sum teir nú sjálvir eru við til at skapa.

Ein av orsøkunum er høgi íbúgvaratættleikin, sum aftur hevur við sær stórt trýst á náttúruríkidømini. Haraftrat kemur fátækradømi og at stórur partur av íbúgvunum eru heftir av lokalum jarðarbrúki.

Heimsins størstu útlátstjóðir, USA og Kina, liggja á ávikavist 129. og 49. plássi á listanum yvir lond, ið eru mest viðbrekin mótvegis veðurlagsbroytingum.

Holland liggur harafturímóti í botninum saman við Norra og hinum norðurlondunum. Samstundis sum Holland er álvarsliga hótt av, at havið hækkar, arbeiða myndugleikarnir í landinum hart fyri at avmarka avleiðingarnar av hesum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking