Norðmenn byggja vindorku í Svøríki

Hava tvær vindmylluparkir í gerð í grannalandinum.

Almenna norska elfelagið Statkraft hevur gjørt av at byggja eina vindmyllupark aftrat í Svøríki.

Sostatt fer Statkraft frá september at hava tvær vindmylluparkir í gerð í Svøríki.

Vindmylluparkin Stamåsen 1 verður upp á 60 MW og verður bygd í samstarvi við Svenska Cellulosa Aktiebolaget, SCA.

Gjørd í stigum

Verkætlanin skal vera liðug á heysti 2012. Loyvið umfatar samanlagt 115 MW, men orsakað av vantandi kapasiteti á flutningsnetinum verður arbeiðið gjørt í stigum.

Ætlanin fevnir í fyrstu atløgu um 26 myllur upp á 2,3 MW hvør.

Frammanundan er Statkraft í ferð við at byggja eina vindmyllupark í Jämtlandi upp á 85 MW. Hon verður sett í rakstur í 2013.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking