Norðmenn byggja risastóra sjóvindmyllupark í Bretlandi

Hetta er fyrsta norska sjóvindparkin, ið almenna Norra byggir uttanlands.

Eftir ein langan vetur er arbeiðið við fyrstu norsku sjóvindparkini - uttanlands - í ferð við at verða tikið upp aftur.

Talan er um ovurhonds stór modul, ið skulu syrgja fyri flutninginum av streymi inn til bretska meginlandið, tá sjóvindparkin Sheringham Shoal fer undir framleiðslu í fyrru helvt av 2012.

Liggja við bryggju

Tvey risastór transformatortorn liggja í løtuni við bryggju í Heerema Hartlepool Yard norðan fyri Newcastle, flótandi á tveimum lektarum.

Í meira enn eitt ár hava  teir her arbeitt við at byggja modulini fyri Statoil og Statkraft, skrivar Teknisk Ukeblad.

Fýra transformarar

– Hesi pall-modulini hava hvør tveir transformatorar, ið skulu økja spenningin úr 33 kV til 132 kV. Haraftrat hava teir háspenningarbrótarar og kontrollskipanir, sigur Morten Eek, kunningarleiðari í Statoil.

Hvørt av modulunum er 31 metrar langt, 15 metrar breitt og viga 1.000 tons.

Skulu sleipast út

Um mánaðarskiftið apríl/mai er ætlanin, at modulini skulu sleipast út á leiðina, har sjóvindparkin verður, út fyri strondini í Norfolk.

– Tá veðrið verður frægari, fara vit í gongd aftur við arbeiðið eftir steðgin í vetur. Talan verður um nógv virksemi í summar og í heyst, sigur Eek.

Tikin í brúk næsta summar

Í fjørvár varð farið undir arbeiðið at byggja fundamentini til tær 88 vindmyllurnar. Í ár skulu tey bæði transformatortornini fáast upp á pláss og myllurnar setast upp.

Miðað verður eftir at fara undir royndarrakstur longu í heyst. Í fyrru helvt av 2012 skal parkin eftir ætlan takast í vinnuliga nýtslu.

220.000 húsarhald

Sheringham Shoal fer at fevna um eina sjóvídd upp á 35 km2. Myllutornini vera 80 metrar høg og veingirnir ella bløðini 52 metrar long.

Sjóvindparkin upp á 315 MW skal nøkta nýtsluna hjá 220.000 húsarhaldum.

Tveir 132 kV sjókaðalar skulu førast í land í Weybourne, meðan ein 21,6 km langur kaðal undir jørð fer at knýta vindparkina í bretska elnetið umvegis eina nýggja transformatorstøð nærindis Cawston.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking