Norska fyritøkan Fred. Olsen Windcarriers hevur gjørt sáttmála við skipasmiðjuna Lamprell Energy Ltd. í Dubai um at byggja tvey serstøk skip, sum skulu nýtast til at seta upp vindmyllur á grunnum vatni.
Enn hava teir ongan sáttmála fingið um brúk av skipunum, sum skulu latast eigarunum í mai og september 2012.
– Hetta er ein marknaður í vøkstri. Fyribils eru ikki nógvir aktørar, men áhugin frá møguligum kundum er stórur, sigur stjórin í Fred. Olsen Windcarriers, Tor Erik Andreassen, við Teknisk Ukeblad.
20-falding av vindorku
Framsøknu málini hjá ES um varandi orku í 2020, bera í sær, at tørvur verður á 40 GW av vindorku. Í løtuni eru bert 2 GW tøk. Talan er sostatt um eina 20-falding.
– Alt eftir støddunum á vindmyllunum, fer hetta at krevja 8.000 - 10.000 fleiri myllur, sigur Tor Erik Andreassen.
Umframt tey bæði skipini til Fred Olsen Windcarriers, eru átta onnur í gerð.
Møguliga tvey aftrat
Tey bæði skipini verða bygd við ráðgeving frá hollendsku fyritøkuni GustoMSC 9000C. Fimm mans frá Fred. Olsen Windcarriers eru í Dubai og fylgja við arbeiðnum á skipasmiðjuni.
Felagið hevur tryggjað sær møguleika fyri at byggja tvey skip aftrat.
– Vit hava gjørt umfatandi broytingar í tekningunum við støði í royndunum hjá okkara 150 starvsfólkum, sum arbeiða við at seta vindmyllur upp bæði á landi og sjógvi, sigur Tor Erik Andreassen.
10 skip av hesum slagnum eru í gerð í løtuni. Mynd: FOWIC
Danskar royndir
Fred. Olsen Windcarrier keypti í 2009 danska felagið Global Wind Service, við skrivstovum í Danmark, Hollandi, Póllandi og Portugál. Starvsfólkini her hava verið lyklapersónar í menningini av skipunum.
Skipini skulu kunna lasta 5.300 tons og hava pláss fyri 8-9 lidnum myllum, við torni, nasellu og bløðum til eina vanliga 3,5 MW-vindmyllu. Havdýpdin kann í mesta lagi vera 45 metrar.
Skipið stendur á fýra beinum og verður lyft upp við eini spildurnýggjari hydrauliskari skipan.
– Umráðandi er at vita, hvar tú setir beinini, sigur Andreassen brosandi.
Sonarur leitar
Ein sonarur kannar havbotnin, har sum føturnar skulu setast niður.
Áður eru jarðfrøðiligar kanningar gjørdar til tess at finna útav, um botnurin er javnur og tolir eina vekt uppá 24.000 tons, tá skipið verður lyft upp.
Stálundirparturin verður settur uppá pláss fyrst, áðrenn restin av vindmylluni verður sett omaná. Fred. Olsen Windcarrier roknar við at verða ført fyri at seta eina myllu upp um samdøgrið við nýggju skipunum.
Skipini kunnu lasta 5.300 tons og kunnu eisini nýtast til aðrar uppgávur í upp til 45 metra havdýpd.Mynd: FOWIC