Norðmenn á odda fyri vatnorkuútbygging í Georgia

Teirra millum er fyrrverandi stjórin í orkufelagnum Statkraft, Bård Mikkelsen.

Fyrrverandi stjórin í norska orkufelagnum Statkraft, Bård Mikkelsen og samstarvsfelagar hansara í felagnum Clean Energy Invest, ætla at gera íløgur fyri fýra miljardir norskar krónur í vatnorkuútbygging í Georgia.

Tað skrivar norska dagblaðið Dagens Næringsliv.

Millum samstarvsfelagar hansara er Bjørn Brandtzæg, ið hevur starvast sum ráðgevi hjá orkumálaráðharranum í Georgia í trý ár, og sum í fjør fór undir fyrireikingarnar at projektera, fíggja og byggja elorkuverk við ánna Adjaristsqali á markinum millum Georgia og Turkaland.

Selja orku til Turkalands

Orkuverkini skulu framleiða 1,2 terawatt-tímar, og lønsemið skal tryggjast við at selja orku til Turkalands, har streymprísurin er rættiliga høgur í níggju av ársins tólv mánaðum.

– Loyvið er játtað, og í næstum verður sáttmáli gjørdur við georgisku myndugleikarnar. Hetta er ein risaíløgu, ið er sera týdningarmikil fyri georgisku myndugleikarnar, sum fegnir vilja hava altjóða kapital til landið. Vatnorka er eitt av trimum økjum, ið verða raðfest høgt í Georgia, og í hesum sambandi fer eisini stór netútbygging fram, ið fer at tryggja okkum atgongd til turkiska netið, sigur Bjørn Brandtzæg við Dagens Næringsliv.

Fyrrverandi politiski ráðgevin í norska olju- og orkumálaráðnum, Jarand Felland, er eisini við á liðnum sum løgfrøðiligur ráðgevi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking