Kann hava álvarsamar avleiðingar við sær bæði fyri teir sjálvar og onnur. Nógvir húsaeigarar kasta seg yvir ger-tað-sjálvur-uppgávur á eløkinum, sum teir ikki hava loyvi til.
Avleiðingarnar eru bæði stoytvandi fyri teir sjálvar og onnur í húskinum umframt at hetta økir um vandan fyri eldi í húsinum, orsakað av størri vanda fyri skammlopum.
Tað skrivar blaðið hjá donsku byggivinnuni Licitationen.
Ein kanning, sum danska Trygdareftirlitið hevur gjørt, vísir, at innviklaðar eluppgávur, ið eiga at verða gjørdar av góðkendum elinnleggjarum, so sum at seta upp halogenlampur innan og uttanduraljós, verða gjørdar av húsaeigarum, ið ikki hava fakliga førleikan at loysa uppgávurnar.
Kanningin er grundað á samrøður við 1118 persónar.
Øktur vandi fyri eldi
Felagið hjá elinnleggjarum, Tekniq, er skelkað av, at óroynd fáast við slík arbeiði.
- Nógvir vandar eru knýttir at tílíkum uppgávum, um tú ikki ert útbugvin til tað. Og tað kann hava rættiliga nógvar avleiðingar, gert tú okkurt skeivt. Eitt er tað vandamikla við at gera hetta, men tað kann eisini hava stórar avleiðingar í sambandi við brunatrygd. So hetta er nakað, sum vit harðliga ávara fólk ímóti at gera sjálv, sigur Christian Jarby, ið er stjóri á teknisku deildini í Tekniq, við Licitationen.
Kanningin vísir millum annað, at 44 prosent av teimum spurdu húsaeigarunum sjálvir seta halogenlampur upp, um transformari, lampur og leidningar eru keypt hvør sær, sum tað eitur. Og tað er ólógligt.