Nógva avfallið í skandinavisku londunum í summar kom væl við hjá elbrúkarunum - eitt nú í Danmark.
Bæði á eystur- og vesturdanska elmarknaðinum fall elprísurin í juli sum avleiðing av, at vatngoymslurnar í Norra og Svøríki vóru á tremur henda mánaðin.
Turkur í vár
Nógva avfallið í øllum Skandinavia í summar hevur havt við sær, at ovmikið av vatni hevur verið í vatngoymslunum.
Samanlagt er vatnstøðan í Norra og Svøríki í løtuni á leið tann sama, sum hon plagar at vera hesa árstíðina, eftir at hava verið søguliga lág mestapartin av fyrra hálvári í ár, upplýsir Energinet.dk sambært jp.dk.
Spara uml. 7 oyru/kWh
Í Vesturdanmark lá miðalprísurin á el í juli á 31,5 oyrum fyri kilowatt-tíman ímóti 38,8 oyrum í juni, meðan prísurin í Eysturdanmark í sama tíðarskeiði var 32,3 oyru fyri kilowatt-tíman ímóti 39 oyrum í juni.
Við mvg og ymsum umhvørvisgjøldum er samlaði prísurin fyri ein kilowatt-tíma í Danmark umleið 2 krónur.