Bilaverksmiðjurnar eru nú til reiðar at fara undir hópframleiðslu av elbilum.
Í Japan verður partur av verksmiðjuni hjá Nissan í Oppama umbygdur til elbilaframleiðslu, og nýggjar verksmiðjur í USA og Bretlandi eru í umbúnað.
Fyrsti bilurin á skránni verður lítli familjubilurin Leaf. Hann kemur til Evropa og Danmark fyrst í 2011. Í Danmark umvegis samstarv millum Nissan og Better Place.
Aðrar stórar verksmiðjur eru somuleiðis í gongd við at dubba framleiðsluna.
General Electric tekur rívan til
Ein av heimsins størstu fyritøkum, General Electric, hevur júst gjørt av, at ovurhonds stóri floti teirra av firmabilum lutvíst skal skiftast út við elbilar. Hetta kunngjørd GE-stjórin Jeffrey Immelt í eini røðu, hann helt í Cambrigde í Onglandi um handilsskap og burðardygd.
Tilsamans er talan um umleið 23.000 bilar, og sjálvt um tað tekur seg væl út í grøna roknskapinum, so hevur GE eina greiða ætlan við at "boosta" marknaðin fyri elbilar. GE ætlar nevniliga at veita tøkni til marknaðin, millum annað løðistandarar og el-undirstøðukervi.
Umframt Nissan, er General Motors eisini á trappunum við sínum plugin-hybridbili, ið kallast Volt (sum eisini kemur sum reinur elbilur), og Ford er á veg við einari elektriskari útgávu av Focus. Harumframt koma elbilarnir hjá Mitsubishi, Tesla og møguliga eisini nakrir kinverskir bilar.
Sostatt er talan so smátt um ein veruligan marknað við nøkrum at velja ímillum. Hvønn General Electric fer at velja, er onki likið út um enn.