Neyðugt við átøkum um sterkstreym

Eftir álvarsama óhappið í Esbjerg leygardagin, eftirlýsir elfelagið, ið eigur transformatorstøðina, nú einum upplýsingarátaki um sterkstreym.

Eftir álvarsama óhappið, har ein 10 ára gomul genta úr Esbjerg leygardagin fekk 60.000 volt ígjøgnum seg, tá hon klatraði inn á eina transformatorstøð, eftirlýsir eigarin av støðini einum upplýsingarátaki um sterkstreym.

- Hetta er helst neyðugt til tess at sleppa undan, at ókøn fara inn á umráðini, sigur Jacob Andreasen, stjóri í Sydenergi Net, sum eigur transformatorstøðina í Esbjerg, har gentan fekk stoyt.

"Tríggir metrar upp"

Jacob Andreasen undrast á, at gentan yvirhøvur hevur verið før fyri at koma so nær streyminum.

- Hon hevur klatrað tveir metrar uppum eitt tráðhegn. Hon er farin uppum, tí tað ber als ikki til at sleppa innundir hegnið. Tá hon er komin inn, hevur hon klatrað upp í eina mastur. Og tað eru tríggir metrar upp til leidningarnar, sigur hann og heldur fram:

- Hon hevur ikki nortið við leidningarnar. Tá ein er umleið 10 sentimetrar frá, loypir eitt snarljós yvir á ein. Men eg undrist sera nógv á, at hon kundi koma heilt har upp. Hetta er ræðuligt. Vit eru sera kedd av hesum og harmast saman við gentuni og foreldrum hennara um tað, ið hent er, sigur stjórin.

Skal eftirmetast

Sjálvt um hvørki løgreglan, Trygdarstýrið ella elfelagið hava staðfest brek ella manglar á transformatorstøðini eftir óhappið, gevur hetta okkum nakað at hugsa um, sigur stjórin.

- Tá vit møta til arbeiðis í morgun, fara vit í holt við at eftirmeta málið. Eg tori ikki at siga, hvat vit enda við at gera, men vit skulu hyggja at, um okkurt er, sum vit kunnu gera betri, sigur Jacob Andreasen.

Hann sigur, at transformatorstøðin liggur í útjaðaranum av Esbjerg við ídnaðarvirkjum øðrumegin og sethúsum hinumegin.

- Tað ræðuliga er, at gentan helst hevur gjørt hetta í kæti. Hon hevur helst ikki havt ánilsi av, hvussu vandamikið tað er. Tí er tað umráðandi, at vit taka hetta upp, so øll eru klár yvir, at transformatorstøðir eru vandamiklar, sigur hann.

Vanlukka fyri hálvum ári síðani

Tað er tíbetur ikki serliga ofta, at óhapp henda á transformatorstøðum. Men fyri einum hálvum ári síðani doyði ein maður, tá hann breyt inn í eina støð hjá Sydenergi í Esbjerg.

- Vit halda, at tað var ein, ið ætlaði at beina fyri sær sjálvum. Hann breyt hurðina upp til transformatorstøðina, og tíverri slapp hann ikki frá hesum við lívinum, sigur Jacob Andreasen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking